Vit komu til vælreitt borð, tá vit sum umboð fyri føroysku fjølmiðlarnar fríggjadagin vóru boðin til móttøku umborð á Beskytteren. Tað var skiparin, Lars Skotte, ið á brúnni beyð okkum at vera vælkomin, áðrenn leiðin gekk niður í yvirmannamessuna, har borreitt var við alskyns góðum mati.
Orsøkin til blíðskapin umborð á Beskytteren seinasta fríggjadag var tann, at skipið nú gevst í donsku verjuni. Tað er rætt og slætt vorðið ov gamalt, og skal tað nú høggast upp ella seljast, um føroyingar ikki hava hug at nýta tað.
Vaktar- og bjargingarskip
Danskir myndugleikar hava boðið føroyingum at fáa skipið at nýta sum vaktar- og bjargingarskip kring Føroyar, um føroyingar hava áhuga fyri hesum. Tilboðið ljóðar, at vit kunnu hava skipið so leingi okkum lystir. Einasta kravið, ið donsku myndugleikarnir seta føroyingum í hesum tilboði er, at vit syrgja fyri at røkja skipið væl.
Um Beskytteren skal kunna nýtast sum vaktar- og bjargingarskip hjá føroyingum, krevst, at skipið verður klassað sum sivilt skip. Men skiparin á Beskytteren, Lars Skotte, sigur, at Norsk Veritas hevur kannað skipið, og mett verður, at skipið er væl hóskandi at nýta sum V & B skip kring Føroyar, hóast tað ikki er nakar ársungi. Lars Skotte sigur somuleiðis, at frágreiðingin frá Norsk Veritas er send Føroya Landsstýri.
Væl røkt
Beskytteren er bygdur í 1975, men hóast tann høga aldurin, halda yvirmennirnir umborð, at skipið ikki er serliga slitið. Teringur er eingin í skipinum og maskinurnar koyra sum fyrsta dagin. Hetta kemst av, at skip í verjuflotanum verða serstakliga væl røkt. Tey eru í dokk í heilum, og verða tey tá eftirhugd og røkt.
Manningin á Beskytteren metir, at hóast øll skip í donsku verjuni verða serstakliga væl røkt, er Beskytteren í betri standi, enn onnur eins gomul skip í verjuni høvdu verið. Tískil verður hildið, at føroyingar eiga at taka av tilboðinum, og nýta tað sum vaktar- og bjarginkarskip í føroyskum sjóøki. Yvirmennirnir siga, at skipið kundi tænt føroyingum í mong ár afturat.
Verji hjá barnaheiminum
Skipið Beskytteren er verji hjá barnaheiminum í Havn, og verður peningur tískil savnaður til jólagávur til børnini á hvørjum ári. Vanligt er, at jólamaður frá skipinum plagdi fara niðan á barnaheimið við jólapakkum, men í ár var ørvísi. Seinasta leygardag vóru øll børnini á barnaheiminum boðin umborð á Beskytteren, har tey fingu jólagávur frá skipinum.
Peningurin til jólagávurnar verður savnaður í eina tømda granat, ið er sett upp sum sparikistil í skipinum. Í næstum ætlar manningin sær eisini at selja videofilmarnar umborð ímillum sín, fyri at savna pening til børnini.
Hóast Beskytteren nú gevst sum verjuskip, ætlar verjan at halda áfram at veita børnunum á barnaheiminum í Tórshavn stuðul á einhvønn hátt, verður sagt.
Aðrir kjansir
Hóast Beskyttern nú fer úr danska verjuflotanum, merkir hetta ikki, at manningin á skipinum verður arbeiðsleys. Onnur skip í verjuflotanum hava brúk fyri manning, og verður manningin á Beskytteren deild yvir á onnur skip í flotanum. Men verða hetta skip, ið sigla aðrastaðir enn í havleiðunum kring Føroyar og Grønland, so kemur manningin at sakna tað turra tvøstið, turra fiskin og skerpikjøtið. Tí umborð á Beskytteren hevur føroyskur matur verið serstakliga væl dámdur.
Vit ynskja at enda Beskytteren og manningini umborð blíðan byr yvir hav, og takka vit somuleiðis fyri ta tíð, skipið hevur tænt føroyingum.