Fyri føroysku svimjararnar var norðurlandameistarakappingin fyri juniorar, sum var í Aalborg um vikuskiftið, sera væleydnað, og fyri fyrstu ferð nakrantíð fekk ein føroyingur heiðursmerki í hesi kapping. Tað var, tá Bogi Lenvig í 1500 frísvimjing endaði á triðja plássi við tíðini 16:27,9 og sostatt vann bronsu. Samstundis var hetta nýtt føroyskt met á hesum teininum.
Harumframt vórðu trý onnur føroysk met sett umframt eitt bólkamet í bólki 5.
Tað gekk eisini væl hjá Boga Lenvig í 400 metur frí, har hann endaði á sjeynda plássi við tíðini 4:10,40, sum eisini er nýtt føroyskt met.
Shaila millum Garðarnar setti nýtt føroyskt met á 50 metur frí-teininum, har hon kom á mál í tíðini 28,18 sekund. Hetta rakk til eitt sætta pláss í samlaðu kappingini.
Eisini í 100 metur frí lá væl fyri hjá Shailu millum Garðarnar. Hon svam teinin í tíðini 1:02,32, og hetta er persónligt met.
Kristoffur Hentze setti nýtt bólkamet í bólki 5 við tíðini 24,86.
Og enn eitt føroyskt met varð sett í liðkappingini hjá monnum á 4x200 metur frí, har Bogi Lenvig, Andrass Thomsen, Heini Harryson og Kristoffur Hentze fingu tíðina 8:13,96.
Umframt hesi metini høvdu fleiri av føroysku svimjarunum góðar persónligar tíðir, og serliga Karin Gaardlykke stóð seg væl á 200 metur frí við tíðini 2:19,27 og á 400 metur frí, har tíðin hjá henni var 4:52,56.