Leygardagin leiktu kvinnurnar hjá VB tann fyrra av sínum dystum norðanfjørðs um vikuskifti. Mótstøðuliðið var Kyndil, og tað sást longu tíðliga í dystinum, at føroyameistararnir fóru at gerast ein ov stórur gloypibiti hjá vágskvinnum.
Greið leiðsla beinanvegin
Føroyameistararnir úr Kyndli byrjaðu dystin væl. Álopsspælið gekk væl, og fyrstu tíggju minuttirnar skoraðu tær grønklæddu seks ferðir, meðan VB bert skoraði tríggjar ferðir.
Eina løtu seinni var Kyndil á odda 9-4, og tá sóu tey flestu longu, hvønn veg tað bar.
Tað hjálpti heldur ikki um støðuna hjá VB, at málverjin hjá Kyndli í fyrra hálvleiki, Marita Hermansen, stóð seg sera væl, og tað er eingin ivi um, at tað er ein stórur missur fyri Neistan, at Marita í summar skifti til Kyndil.
Móti endanum av fyrra hálvleiki komu VB-genturnar tó nakað fyri seg, og tískil vóru einans fýra mál á muni í hálvleikinum, 14-10.
Verjurnar stóðu seg annars hampuliga væl í fyrra hálvleiki, men tað skuldi vísa seg, at so fór ikki at verða í seinna hálvleiki.
Meiri lív
í seinna hálvleiki
Tað sást skjótt í seinna hálvleiki, at meiri ferð kom á dystin. Kyndil fór at koyra nógv upp á skjótálop, og tær fingu eisini nógv mál á henda hátt, samstundis sum tær eisini blakaðu nógvar bóltar burtur á henda hátt.
Bæði liðini fóru undir at mansverja um miðjan seinna hálvleiki. VB valdi at mansverja Lotte Sørensen, men hetta forðaði tó ikki dananum í at skora ikki færri enn 14 mál, harav tey sjey við brotskasti.
Kyndil mansvardi Sólrun Krosslá, men hon megnaði tó at skora 12 mál.
At liðini fóru at mansverja førdi við sær, at verjurnar báðar opnaðust rættuliga nógv, og tískil blivu heilt nógv mál skoraði í seinna hálvleiki. Ikki færri enn 37 royndir funnu vegin inn í meskarnar í seinna hálvleiki, og er tað meiri enn eitt mál fyri hvønn minuttin. Í veruleikanum kann sigast, at liðini bæði skoraðu í so at siga hvørjum álopi, ið tey høvdu í seinna hálvleiki.
Sum sagt, so hevði Kyndil greiða leiðslu so at siga allan dystin, og í tí sambandi valdu tær at royna ymiskt nýtt, sum tær ikki so mangan hava brúkt undir dysti.
Hetta gjørdi eisini sítt til, at dysturin til tíðir gjørdist nakað rótutur, og ikki altíð var spælið líka áskoðaravinarligt, men teir umleið 100 áskoðararnir fingu tó eina rúgvu av málum at síggja. Tilsamans vóru 61 mál skotin í dystinum, og tað er meiri enn eitt mál um minuttin.
Kyndil helt sum sagt leiðsluna allan seinna hálvleik, og tær fingu eisini økt nakað um munin, so at endaliga úrslitið gjørdist 34-27 til tær grønklæddu úr Havn. Hetta høvdu tey flestu eisini roknað við, og var dysturin eisini ein av teimum, sum skjótt fer í gloymibókina hjá bæði leikarum og áskoðarum.