Eingin kann taka Mjølnir

Flogbóltur, kvinnur: Higartil í ár hevur Mjølnir spælt níggju dystir og tær hava vunnið teir allar

Spenningurin í kvinnudeildini er minni enn lítil. Mjølnir hevur lagt seg heilt fram í oddin og vunnið allar dystirnar higartil í ár. Tað hava menninir hjá ÍF eisini gjørt, men munurin er bara, at Mjølnir eru so nógv tað besta liðið hjá kvinnum í ár.

Tær hava eina góða breidd á liðnum, sum ger, at tær onkran dystin kunnu loyva sær at seta onkrar óroyndar spælarar inn á vøllin, bert fyri at fáa tær neyðugu royndirnar til komandi árini.

Og tað kastar av sær. Eingin ivi um tað. Tað sæst best við at hyggja at hvussu leingi liðið úr Klaksvík hevur ligið heilt frammi í oddinum í føroyskum kvinnuflogbólti. Síðani meistaradeildin varð sett á stovn fyri 13 árum síðani hava Mjølnirkvinnurnar vunnið meistaraheitið 7 ferðir, meðan Fleyr hevur vunnið seks ferðir.

So tað kann av sonnum sigast, at talan var um »giganternes kamp« í KÍ-høllini, leygardagin.

Soleiðis sá tað kortini ikki út á vøllinum. Mjølnir hevur nógv størri breidd enn Fleyr, og slíkt kemur rættuliga skjótt til sjóndar í einum slíkum dysti. Mjølnir brúkar álop av øllum positiónum, meðan meginparturin av álopunum hjá Fleyr kemur frá kantinum. Og ofta er alt ov lítið trýst á hesum álopum.

Hvussu var og ikki, so endaði fyrsta sett við einum greiðum Mjølnir sigri. 15-3 til klaksvíkingarnar og tá skulu meir enn undanførslur til fyri at siga, at Mjølnir vóru hepnar. Sum skilst var einki høpi í Fleyr spælinum hesa løtuna heldur.


So taka vit hondina?

Í øðrum setti umskipaði Mjølnir eitt sindur á liðnum. Nakrir av spælarunum, sum vanliga ikki byrja inni, sluppu at byrja og tað skal ein ikki geva Fleyr.

Til tað eru tær ov royndar. Tær tóku av beinanvegin og settu nýggju leikararnar undir trýst og tað gav úrslit. Fleiri av leikarunum á Fleyrliðnum hava drúgvar royndir og tær vita tí hvat skal gerast tá nýggir leikarar koma á vøllin.

So tað var sum at rætta einum ávísum stavni lítlafingur og hann tók alla hondina.

Fleyr gjørdi ikki mætari enn at taka annað sett sum tað var og tær vunnu tað 15-10.


Gamla gardan innaftur

Nú hildu klaksvíkingarnir, at tað var nóg mikið, og tí byrjaðu tær triðja sett sum fyrsta sett.

Mjølnir gjørdi bart og rýmdi frá Fleyr liðnum, sum ikki rættuliga megnaði at fylgja við tí álitisspælararnir gjørdust troyttir.

Úrslitið av settinum gjørdist, at Mjølnir vann 15-9 og eftir hetta var stórt sæð bert eitt lið á vøllinum.

Seinasta settið gekk skjótt. Mjølnir legði sera stórt trýst á Fleyr og tað var ongantíð nakar ivi um at Mjølnir fór at vinna dystin. Tær smurdu Fleyr av og vunnu fjórða sett 15-4.

Sostatt vunnu tær eisini dystin 3-1 og tær liggja púra einsamallar í oddinum í landskappingini. Tað er eitt. Nakað annað er, at tað tykist vera sera torført at fáa eyga á eitt lið, sum kann geva teimum nakra sum helst kapping. TBa, sum liggur á øðrum plássi, hevði einki at skula sagt tá liðini møttust á Tvøroyri fyri kortum og hvørki Dráttur á triðja plássi ella Fleyr á fjórða eru nøkur hóttan. Ikki tí, hevur Fleyr ein góðan dag, so kunnu tær vinna á øllum liðum í landinum. Somuleiðis er við Drátti og kanska er tað bert ein spurningur um at verða uppsettur til dystirnar.