søgu felagsins kann VB rópa seg føroyameistara í bestu mansdeildini, og frá teimum allarflestu man hetta vera teimum væl unt. Fingu einki til gávus Sjálvur dysturin millum B36 og VB leygardagin mundi annars [...] og hóast VB hevði møguleikar at avgera dystin, so forðaði Tróndur Vatnhamar vágbingum í at byrja veitsluna ov tíðliga. Tá dómarin loksins bríkslaði dystin av, var frøin sjálvandi ovurstór. VB er føroyameistari [...] minuttir frættist, at sumbingar høvdu lagt seg á odda móti HB. Sekundir seinni legði Robert Ciesliwicz VB á odda 1-0, og frá teirri løtu var FM kósin av álvara sett í kortið. Leikandi venjarin økti seinni
Úrslit: B36-VB 1-2 Sumba-HB 1-3 FSV-KÍ 4-5 B68-GÍ 3-7 B71-NSÍ 1-2
sagt, at nærum allar Føroyar krossaðu fingrar fyri VB, vágbingum og Vági henda dagin. Hóast øll eru sær sjálvum næst í fótbóltskappingum, so átti VB heiðurspoláss í mongum hjørtum henda seinasta leikdagin [...] B36 handaði erkafíggindanum í Havn, HB sigurin. Úrslitið 2-1 til VB var uppiborið. Tann besti vinnur, og soleiðis var eisini henda dagin. VB vann sína fyrstu fótbóltslandskapping nakrantíð við manér. Vit [...] TAÐ er so ikki uttan stríð, strev og sveitta, at 1. deildarliðið hjá VB hevur vunnið sær sæti í gullstólinum í kappingini í ár. Liðið hevur vunnið eitt uppiborið meistaraskap. NEYVAN nakrantíð í føroyskari
VB kom til Gundadal við eittans endamáli leygardagin. Kravið var trý stig, og at vónirnar um stigini vóru góðar, var einki at ivast í. Hundraðtals vágbingar høvdu at kalla hertikið gamla skýlið, og longu [...] seg á odda móti HB, og tekin vóru nú í sól og mána um, at dagurin skuldi ognast Vágs bygd. Alt meðan VB áskoðararnir soleiðis fagnaðu sumbingum, gjørdu teir úti á vøllinum sítt til, at tað ikki skuldi vera [...] sum viðførdi hetta, er ilt at siga, men restina av fyrra hálvleiki hevði B36 hug at taka meira yvir. VB varð trýst langt aftur á vøllin, og tað var eisini heilt nær við, at B36 fekk okkurt málið. Nærmast
Undan dystinum var tað eins og leikandi venjarin hjá VB, Krzystof Popczynski, gjørdi nógv fyri at undirspæla leiklutin hjá VB. Millum annað vísti hann í leygardagsblaðnum á, at einki trýst var á teimum
Tað var ein sjónliga rørdur VB formaður, sum stóð millum allar áskoðararnar, tá dysturin leygardagin var liðugur. Tað var eins, og hevði hann als ikki skilt, at felag hansara hevði vunnið føroyameistaraheitið [...] hann ásannaði eisini, at hetta var eins stórur dagur hjá sær. - Hetta er ein stórur dagur í søguni hjá VB, nú vit eru føroyameistarar í fyrstu deild hjá monnum. Eg má siga, at hetta slettis ikki er gingið [...] framvegis ov ungt til at vera við í fremstu røð. Til ungdómin Júst ungdómsarbeiðið er annars eitt øki, har VB hevur gjørt stóra nýtslu av útlendsku leikarunum, sum hava verið í felagnum. Er hetta nakað, sum er
gullmerki. Nú, 13 ár seinni, taldist hann aftur millum gullvinnararnar, tó at tað hesu ferð var við VB, at fyrsta plássið fekst til høldar. Um at vera ov seint Tá vit beint eftir dystin fingu orðið á Tórð [...] Tórð, var fagnaðurin sjálvsagt ovurstórur, men var hann størri, enn tá hann gjørdist meistari við VB? - Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Hetta er eitt sindur øðrvísi, og kanska eri eg glaðari um gullmerkið [...] soleiðis at vit hava skapt yvirtalsstøður. At enda spurdi vit Tórð, hvussu tað var at vera tvørámaður í VB, og so enntá gerast føroyameistari. Er Tórður Holm vágbingur ella tvørámaður í dag, spurdu vit, og
Hjálparvenjari hjá VB hevur í ár verið Páll Augustinussen. Kanska størsti leikarin nakrantíð hjá VB megnaði ongantíð at vinna eitt FM heitið í fremstu røð sjálvur, men leygardagin slapp hann endiliga at [...] vit so heilt sikkurt ein fantastiskan túr til Vágs, og so ræður bara um at vera glaður. Lætta lyndi VB hevur verið millum fremstu feløgini, tá tað ræður um at hava útlendskar leikarar í hópinum. Eitt, sum
ikki nakað, sum eg angri. - Komandi árið verið eg so í Danmark, og eg rokni við, at eg byrji aftur hjá VB í juli mánaði. Møguliga verður tó talan um, at eg komi heim nakað fyrr, so eg eisini fái fyrru hálvu
Tað var ein partur av føroyskari ítróttasøgu, sum varð skrivaður, tá liðskiparin hjá VB, Eyðun Jacobsen, fór upp eftir FM-steypinum leygardagin. Tá vit tosaðu við hann, var kenslan framvegis spildurnýggj [...] hvør er so hendan? - Hart arbeiði, vóru seinastu orðini hjá Eyðuni Jacobsen, áðrenn hann sum fyrsti VB leikari fór upp í skýlið, har søguligu gullmerkini vórðu handað leikarunum.