Kenslan er størri

Einasti VB leikarin, sum áður hevur verið føroyameistari, er tvørámaðurin, Tórður Holm

Tá TB í 1987 gjørdist føroyameistari, var ein blaðungur Tórður Holm millum leikararnar, sum tá fingu handað gullmerki.

Nú, 13 ár seinni, taldist hann aftur millum gullvinnararnar, tó at tað hesu ferð var við VB, at fyrsta plássið fekst til høldar.


Um at vera ov seint

Tá vit beint eftir dystin fingu orðið á Tórð, var fagnaðurin sjálvsagt ovurstórur, men var hann størri, enn tá hann gjørdist meistari við VB?

- Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Hetta er eitt sindur øðrvísi, og kanska eri eg glaðari um gullmerkið hesu ferð. Man verður jú ikki yngri við árunum, so spurningurin er helst, hvussu nógvar møguleikar eg havi afturat.

Annars helt Tórður ikki, at trýstið á leikarunum hevði verið so øgiliga stórt undan dystinum.

- Sjálvandi hevur øll vikan gingið við fótbóltstosi, men eg haldi so avgjørt ikki, at støðan undan dystinum kann samanberast við støðuna undan dystinum í Runavík, tá vit fyri fyrstu ferð vóru á odda. Hesu ferð var viljin ein heilt annar, og tú líka sum merkti, at allir ætlaðu sær at vinna dystin.

Og hvussu við áskoðarunum, teir hjálptu kanska eisini til.

- Ja, gakk vekk, hatta var heilt fantastiska flott av teimum. Tað verður helst eisini talan um ein ógloymandi túr suður, men spurningurin er so bara, um øll sleppa við.


Kontraspælið hevur riggað

Spurdur um orsøkina til, at tað nú er eydnast vágbingum at koma ovast á stigatalvuna, sigur Tórður, at tað fyrst og fremst kontrafótbólturin, sum hevur riggað væl.

- Vit hava verið sera sterkir í verjupartinum, og so hevur gingið skjótt niðaneftir, soleiðis at vit hava skapt yvirtalsstøður.

At enda spurdi vit Tórð, hvussu tað var at vera tvørámaður í VB, og so enntá gerast føroyameistari. Er Tórður Holm vágbingur ella tvørámaður í dag, spurdu vit, og svarið kom læandi.

- Eg eri føroyameistari í dag!