Hjálparvenjari hjá VB hevur í ár verið Páll Augustinussen. Kanska størsti leikarin nakrantíð hjá VB megnaði ongantíð at vinna eitt FM heitið í fremstu røð sjálvur, men leygardagin slapp hann endiliga at kenna smakkin av gullinum.
37 ár síðani
- Eg varð ongantíð meistari í fyrstu deild, men fyri 37 árum síðani var eg við til at vinna dreingjadeildina. Síðani tá havi eg so at siga verið aktivur í felagnum. Eg havi verið í nevndini síðani 1966, harav okkurt árið sum formaður, og í ár havi eg so eisini verið hjálparvenjari hjá fyrstu deild.
Men hvussu kennist tað so, nú tú endiliga hevur verið við til at vinna eitt meistaraheitið í fremstu røðini.
- Nei, tað veit eg ikki. Hetta er bara heilt ótrúligt, og sum so kann tað slett ikki beskrivast. Tað er nakað, sum skal upplivast, men eg veit ikki, um tað er rættuliga gingið upp fyri mær enn.
- Seinastu minuttirnar av dystinum stóð eisini sera nógv á hjá mær. Vit høvdu allar møguleikar at avgera dystin, men málmaðurin hjá B36 tók sær av øllum, og tað mundi kostað okkum dýrt í seinasta enda. Eg fór eisini at hugsa um dystin hjá B36 móti HB, tá teir koppaðu øllum seinastu tíggju minuttirnar, men tíbetur gekk tað ikki aftur hesu ferðina.
- Nú fáa vit so heilt sikkurt ein fantastiskan túr til Vágs, og so ræður bara um at vera glaður.
Lætta lyndi
VB hevur verið millum fremstu feløgini, tá tað ræður um at hava útlendskar leikarar í hópinum. Eitt, sum kanska eisini hevur eyðmerkt hetta, er, at allir hesir útlendingar tykjast at hava trivist væl í Vági. Vit spurdu eisini Páll, hví hetta mundi vera so.
- Vit hava fyrst og fremst verið øgiliga hepnir, tí vit hava fingið leikarar, sum hava verið fyrimyndarligir í hugburði sínum. At teir eru falnir somikið væl til her suðuri er kanska mest av lætta lyndinum hjá vágbingum. Vit eru so fríir og opnir her suðuri, so tað hevur bara riggað heilt væl við teimum, sigur Páll at enda.