Okur eru Føroyameistarar

Eftir 95 ár á pallinum, kunnu vágbingar endiliga rópa seg besta lið í Føroyum. Við sigrinum á B36 tryggjaði VB sær nevnliga føroyameistaraheitið

 

Hundratals vágbingar høvdu leitað sær til Havnar leygardagin. Orsøkin var sjálvsøgd, og umframt teir, sum komu úr Vági, skulu sjálvandi teljast allar teir vágbingar, sum hava sína dagligu gongd í høvuðsstaðnum.

At kalla allan leygardagin settu teir dám á býarmyndina, og tá klokkan var farin at líða nakað væl út ímóti fýra, fingu teir eisini løn fyri stríðið.

Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins kann VB rópa seg føroyameistara í bestu mansdeildini, og frá teimum allarflestu man hetta vera teimum væl unt.


Fingu einki til gávus

Sjálvur dysturin millum B36 og VB leygardagin mundi annars teljast millum frægastu hetta kappingarárið.

B36, sum fleiri vildu vera við ongan áhuga høvdu í at vinna dystin, gav vágbingum ein skarpan gang. Byrjanin til veitsluna kom úr Sumba, tá tað eftir 18 minuttir frættist, at sumbingar høvdu lagt seg á odda móti HB. Sekundir seinni legði Robert Ciesliwicz VB á odda 1-0, og frá teirri løtu var FM kósin av álvara sett í kortið.

Leikandi venjarin økti seinni um leiðsluna, men hóast hetta, so sluppu vágbingar at sita á pínubeinkinum eina løtu. B36 minkaði nevnliga um munin, tá einir tíggju minuttir vóru eftir at leika, og hóast VB hevði møguleikar at avgera dystin, so forðaði Tróndur Vatnhamar vágbingum í at byrja veitsluna ov tíðliga.

Tá dómarin loksins bríkslaði dystin av, var frøin sjálvandi ovurstór. VB er føroyameistari. Teir eru fremst í fyrstu deild, og hesu ferð er eingin ivi.

Sosialurin ynskir VB hjartaliga tillukku við Føroyameistaraheitinum.