Fridrikka Clementsen var við frá dystarbyrjan, tá ÍBV í dysti á heimavølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini var fyri stórum vónbroti.
Tá 12 minuttir vóru leiktir av dystinum millum ÍBV og Fram á Hásteinsvøllinum úti í Heimey høvdu Allison Patricia Clark og Allison Grace Lowrey lagt ÍBV á odda 2-0. Men Fram svaraði aftur eitt korter seinni, og tíðliga í seinna hálvleiki skoraði útiliðið tvær ferðir, og vann at enda dystin 3-2.
ÍBV hevði eina greiða favorittstøðu undan dystinum.
ÍBV er nummar trý í deildini við 27 stigum fyri 18 dystir.
Næst fyri hjá ÍBV er ovara endaspælið millum seks tey fremstu liðini í grundspælinum.











