Ungdomurin fær milliónina

Tað eru stórir pengar í at gerast føroyameistari í dag, og formaðurin hjá VB sigur, at hesin fyrst og fremst skal nýtast til ungdómsdeildina

Tað var ein sjónliga rørdur VB formaður, sum stóð millum allar áskoðararnar, tá dysturin leygardagin var liðugur.

Tað var eins, og hevði hann als ikki skilt, at felag hansara hevði vunnið føroyameistaraheitið, og hann ásannaði eisini, at hetta var eins stórur dagur hjá sær.

- Hetta er ein stórur dagur í søguni hjá VB, nú vit eru føroyameistarar í fyrstu deild hjá monnum. Eg má siga, at hetta slettis ikki er gingið upp fyri seg. Akkúrát hvussu kvøldið fer at verða veit eg slettis ikki. Nú fara vit so suður, og okkurt verður hildið í høllini í kvøld, og so mugu vit bara finna út av, hvat meira fer at henda.


Ein góð avgerð

Fyri hálvum øðrum árið síðani, var støðan í Vági ein heilt onnur. Tosið um at skifta venjaran gekk heitt, men í dag má tó sigast, at tað var ein røtt avgerð, sum tá varð tikin.

- Ja, tað var faktiskt soleiðis við ársenda í fjør, at tað var um reppið, at venjarin gavst. Fleiri feløg vóru eftir honum, tí tey vildu hava hann til sína at gerast venjari. Vit høvdu tó ein trý ára langan sáttmála, og vit í felagnum vóru samdir um, at vit ikki vildu lata hann fara. Tað rokni eg eisini við, at hann er glaður um í dag, og saman við restina av liðnum verður hann eisini hjá okkum komandi ár.

- So at siga verður alt fólkið tað sama komandi ár. Vit hava ikki so ógvuliga nógvar ungar leikarar at seta við. Onkrir hava verið við í hópinum í ár, men næsta ættarlið er framvegis ov ungt til at vera við í fremstu røð.


Til ungdómin

Júst ungdómsarbeiðið er annars eitt øki, har VB hevur gjørt stóra nýtslu av útlendsku leikarunum, sum hava verið í felagnum. Er hetta nakað, sum er við til geva yngru leikarunum størri áhuga, soleiðis at teir vera eggjaðir til at gera enn meira við venjingina.

- Tað kann man gott siga. Vit hava eisini onkran árgang, sum stendur seg sera væl. Serliga hugsi eg her um dreingjaliðið, sum Krzystof hevur tikið sær av. Teir hava ikki staðið seg móti allabestu liðunum í deildini, men teir eru allir í yngra árganginum, og vera sostatt eisini í dreingjadeildini komandi ár. Eisini hava vit góðar leikarar í smápiltum og piltum, so tað er avgjørt eitt øki, sum er batnað nógv seinnu árini.

- Annars hevur ungdómsarbeiði ligið lamið í fleiri ár hjá okkum, men tað er so veg uppeftir. Tað er tó nakað, sum kostar nógvar pengar at reka, og tað er so heilt víst, at meginparturin av pengunum, sum VB kemur at fáa frá UEFA, fer at verða nýttur til at betra um hendan partin av felagsarbeiðinum.