TAÐ er so ikki uttan stríð, strev og sveitta, at 1. deildarliðið hjá VB hevur vunnið sær sæti í gullstólinum í kappingini í ár. Liðið hevur vunnið eitt uppiborið meistaraskap.
NEYVAN nakrantíð í føroyskari fótbóltssøgu hava so mong ynskt so nógv gott fyri so fá, sum henda dagin, tá VB skuldi standa sína seinastu styrkiroynd: at vinna á B36, sum fyri bert eini viku síðani vann erkafíggindanum HB neisir. Tað er ikki ov nógv sagt, at nærum allar Føroyar krossaðu fingrar fyri VB, vágbingum og Vági henda dagin. Hóast øll eru sær sjálvum næst í fótbóltskappingum, so átti VB heiðurspoláss í mongum hjørtum henda seinasta leikdagin í landskappingini.
TAÐ vildi eisini verið ótrúliga spell, um hesin so týðandi søguligi og psykologiski sigurin glapp vágbingum av hondum á sjálvari málstrikuni avgerandi dagin, nú liðið hevði spælt seg fram til oddasessin. Men tað vildi so til, at VB-spælararnir eisini henda dagin vístu gott spæl og vóru sera málsøkjandi. Men B36 spældi eins væl henda dagin, og tað var um reppið, at B36 handaði erkafíggindanum í Havn, HB sigurin. Úrslitið 2-1 til VB var uppiborið. Tann besti vinnur, og soleiðis var eisini henda dagin. VB vann sína fyrstu fótbóltslandskapping nakrantíð við manér. Vit ynskja teimum tillukku.
Á sama hátt sum landsliðið fær sjóvað okkum føroyingar saman sum fólk og gevur samleikanum ítøkiligt innihald, so fær 1. deildarliðið hjá VB sjóvað saman vágbingar í heimbygdini og runt um landið alt og fær givið samleikanum at vera vágbingur innihald. Eftir mongu brotasjógvarnar í 90-unum, har nettupp Vágs bygd mundi vera tað plássið í landinum, sum var ringast rakt, kemur ein slíkur sigur - um enn tað bara er eitt spæl - sera væl við. Hann fløvar. Hann gevur sjálvsálit. Hann er við til at styrkja og menna aftur trúnna uppá - ikki bara tað at vera vágbingur - men eisini at framtíð er í heimbygdini, framtíð er í at skapa lív og livilíkindi fyri komandi ættarliðum á hesum plássinum hóast mongu bakkøstini.
EIN kann kanska loyva sær at siga, at ein slíkur sigur psykologiskt er nógv meira verdur enn bæði nýggjur Smyril og útlitið fyri nýggjum vinnuvirkjum og harvið er hann eitt vælkomið lot í seglini á tí útjaðaraskútu, sum politikarar siga seg hava lagt kjølin til. Peningur og stórar ætlanir eru avgerandi fyri framburði og vøkstri, men eisini tey menniskjansligu virðini, sum vit eru felags um, hava so sanniliga eisini stóran týdning. Og hvat hevur størri menniskjansligt virði í Vági í hesum døgum enn júst heimliga fótbóltsliðið! Enn einaferð vágbingar og Vágs bygd - hjartaliga tillukku.