brúka eitt forsiktigheitsprinsipp, tá fíggjarlógin verður løgd? Eitt er omanfyristandandi, men tað grefligasta dømi um undirbudgettering er, at man krevur ein inntøkuvøkstur hjá stovnum sum eitt nú Strandferðsluni [...] Nú vita vit ikki, hvat fólk halda um hetta, men ikki var tað upprunaliga endamálið við Rúsdrekkasølu landsins, at tað skuldi verða ein mjólkimaskina hjá landinum. Fólkaflokkurin er sær sjálvum líkur, [...] ið ávaraðu móti blokkniðurskurðinum. Tað er at taka munnin í so fullan at proklamera eina succes í ár 0, men tá úrslitini ikki skulu sleppa at tala fyri seg, so er tað nokk vegurin. Tjóðveldisflokkurin stóð
hetta er eitt tekin um eitt óstabilt samfelag, ið okkara samstarvspartnarar als ikki skilja. Nú er verkfallið so av og vit mugu síggja frameftir og fara aftur til arbeiðis, men eg meti at tað er neyðugt [...] Endiliga eydnaðist at fáa semju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og hvat er so fingið burturúr. Lønin hækkaði við kr. 4,30 í ár og aftur 4,30 næsta ár og um lønin hækkaði við kr. 3,20 høvdu vit sloppið [...] meiningin, at vit skulu út í eitt verkfall annaðhvørt ár fyri at fáa semju, hetta er nokk besta prógvi um at verandi skipan ikki er góð nokk.
skipara á Smyrli, er havnalagið ov lítið sum er, men verður tikið av Tinganesi undir vatnkorpuni, verður tað nóg stórt. Í hvussu er til Smyril. - Nú er Norrøna eitt nógv størri skip, so har er ikki nógv pláss [...] ikki er tað sama sum 20 metur um sekundi í veruleikanum, tí í simulatorinum lívir ongastaðni. Smyril klárar tað Í blaðnum í gjár segði Ólavur Hovsgarð, skipari á Norrønu, at uttan mun til hvat verður [...] í simulatorinum kann man alt. Eisini spreingja eitt sindur av Tinganesi undir vatnskorpuni, so tað er gjørt. - Um dýpt verður við Tinganes ger tað góðan mun. So skal tað nokk fara at ganga at leggja at
at nógv burturkast av ymsum slag er tveitt og mist av bryggjuni og niður á botn, og tá teir nýta metaldetektor raka teir við mangt og hvat av metalli, sum tó ikki er vandamikið. Tær granatirnar, sum hava [...] Enn hava vit ikki funnið nakra granat ella aðrar vandamiklar lutir, men tað er ofta ringt hjá kavaranum at síggja, hvat er vandamikið, sigur ein av kavarunum, ið júst hevur verið niðri á botni. Teir hava [...] kavararnar til Føroyar. ? Hetta er fyrst og fremst fyri at betra um trygdina hjá teimum kavarum, ið arbeiða her dagliga. Teir kenna seg ikki væl, tá teir vita, at stórur møguleiki er fyri at rena seg í eina granat
dylur ikki fyri, at hann tøkniliga sæð er sera hugtikin av hesum arbeiðinum, at tað hevur gingið so væl, og hvussu væl tað er fráfarið og hvussu snøggur tunnilin er vorðin. -Eg kann ikki lata vera við at [...] um. ?Tað er sera umráðandi, at vit tí heysta nakrar royndir av hesum arbeiðinum, bæði hvat íløgu og rakstri viðvíkur, hvønn týdning ein slíkur undirsjóvartunnil hevur fyri land og fólk, hvat hann merkir [...] hesum, og tað er tað alt, sum bendir á, so eru møguleikar fyri at halda fram við líknandi verkætlanum sum hesum. Jóannes Eidesgaard ivast tí heldur ikki í, at tunnil um Lorvíksfjørð eisini er eitt skilagott
fólks" jú endar við! Her er júst ein munur millum danskar og føroyskar politikkarar. Danska stjórnin hevur tikið eina støðu út frá lóggávuni á hesum øki, hvat hon sjálv heldur, og hvat flokkarnir á Fólkatingi [...] gina", so leingi sum endamálið er fullveldi, er bláoygni út um tað mark, sum ikki kann góðtakast fyri ein politikara. - Søgan endurtekur seg, sigur varaløgmaður. Tað er møguligt, at danska stjórnin tillagar [...] hjá føroyingum broytist, og at okkurt ósamsvar er, men heildarfatanin er tann sama: vilja føroyingar úr ríkisfelagsskapinum, verður skiftistíðin fýra ár! Tí er søgan tann sama og veruleikin tann sami. Men
átrúnaðarligt og var løntur umboðsmaður fyri útlendskt vald. Tað er hvat føroyingasøga sigur okkum. Og hon er skrivað av teimum sum vunnu. Tað er hon altíð. Teir mála sjálvandi eftir teirra tykki, og sum teir [...] A. Guttormur Djurhuus ?????????????????????? Eingin er fullspottaður fyrr enn hann spottar seg sjálvan. so sigur gamalt orðatak og helst er nakað um tað. Nú skal standmynd, nei tríggjar standmyndir, reisast [...] hvítakrist? Ikki haldi eg tað. Ikki kann sigast at maður sum fer fram á slíkan hátt er kristin. Og hvussu kann maður sum ikki er kristin sjálvur kristna nakran? Hesin maður traðkaði á alt sum frælsi eitur, politiskt
Tvøroyri er ikki í iva um, hvat hann vil: Hann vil hava so nógva ávirkan sum gjørligt. Hann varð ein av teimum sjey monnunum, sum vórðu valdir í Tvøroyrar Býráð týsdagin. Finnleif Guttesen er sambandsmaður [...] Guttesen. Tekur av besta tilboðnum Finnleif Guttesen dylir ikki fyri, at nú hann er komin í býráðið, ætlar hann at gera, hvat hann kann fyri at fáa ávirkan. -Eg ætli mær ikki at fara í býráðið fyri at sita [...] seg fyri hjá honum, men enn er ongin støða. Hann vil heldur ikki siga nakað um, hvar hann helst vil. -Men eg haldi ikki, at partapolitikkur skal vera avgerðandi fyri, hvør er í samgongu. Nógv bendir á,
vit ofta, at tíðin er knøpp og politikarnir skulu hugsa og svara skjótt. Ofta endar tað við, at svarað verður uppá týdningarmiklar spurningar, uttan at ein veruliga nær at hugsa um, hvat verður sagt. Avleiðingin [...] Avleiðingin er, at vit loypa framav í orðum, men tá veruleikin so herjar á, halda vit aftur í gerningum. Samstundis snakka vit um, at vinna álitið til veljaran aftur- tað er torført. Tá man hoyrir tey somu [...] fyri, aftur at kenna eina vón! Tað er okkara ábyrgd, at skapa hesa vón! At skapa eina skipan, har man fær hjálp og stuðul, tá man hevur brúk fyri tí; ikki tá tað er ov seint! Ein hurð! Ja, vit hava hoyrt
Lidegaard, sum er fyrrverandi uttanríkisráðharri. Sambært forkvinnuni í Konservativa flokkinum, Monu Juul, hevur stjórnin ikki verið nóg greið í mun til ríkisfelagsskapin seinastu dagarnar. Hon er forvitin eftir [...] eftir at hoyra, um tað er nøkur orsøk til tað. Men Mona Juul heldur, at stjórnin skal geva eina "avkláring" um týdningin av ríkinum. Hon greiðir tó ikki nærri frá, hvat tað serliga merkir. ##med2## - Fyri [...] tey konservativu er tað heilt avgerandi, at vit fáa vissu fyri, at stjórnin arbeiðir við at styrkja kongaríkið í tí støðu, vit eru í. Hetta merkir, at vit eru sera greið yvir, at tað er ein ríkisfelagsskapur