Finnleif Guttesen á Tvøroyri er ikki í iva um, hvat hann vil: Hann vil hava so nógva ávirkan sum gjørligt.
Hann varð ein av teimum sjey monnunum, sum vórðu valdir í Tvøroyrar Býráð týsdagin.
Finnleif Guttesen er sambandsmaður, men áður hevur hann stillað upp á samgongulistanu. Hesuferð tók sambandsflokkurin seg kortini burturúr tí samstarvinum og stillaði upp fyri seg sjálvan.
-Vit hildu, at vit áttu at gera meiri vart við okkum sum flokk, sigur Finnleif Guttesen.
Men hann heldur eisini, at samstarvið í samgonguni hetta valskeiðið hevur ikki verið tað besta.
-Vit høvdu onki samgonguskjal, og viðhvørt tóktist tað sum um fremsta endamálið var at halda javnaðarflokkin uttanfyri, og tað kann ikki vera meiningin.
Og tað loysti seg hjá teimum st stilla upp einsamallir. Sambandslistin fekk 163 atkvøður og tað er av tí mesta, flokkurin nakrantíð hevur fingið á Tvøroyri
Flokkurin fekk eitt umboð í Býráðið og tað var Finnleif Guttesen.
Tekur av besta tilboðnum
Finnleif Guttesen dylir ikki fyri, at nú hann er komin í býráðið, ætlar hann at gera, hvat hann kann fyri at fáa ávirkan.
-Eg ætli mær ikki at fara í býráðið fyri at sita í andstøðu við ongari ávirkan, sigur hann.
Hann heldur tó, at frægasta loysnin hevði verið, um allir býráðslimir kundu lagt partapolitikk til viks og skipað eina stóra samgongu ímillum allar flokkar.
Og tað er hansara útgangsstøði.
Men gongur tað ikki, ætlar hann at taka av tí besta tilboðnum, hann fær.
Hann sigur, at bæði javnaðarflokkurin og samgongulistin hava spurt seg fyri hjá honum, men enn er ongin støða.
Hann vil heldur ikki siga nakað um, hvar hann helst vil.
-Men eg haldi ikki, at partapolitikkur skal vera avgerðandi fyri, hvør er í samgongu.
Nógv bendir á, at Finnleif Guttesen situr í eini lyklastøðu, mitt ímillum javnaðarflokkin við trimum umboðum í býráðnum og samgongulistan við tveimum umboðum. Harafturat er so tað eina umboðið hjá uttanflokkalistanum.
Sjey limir eru í býráðnum, so tað skulu í minsta lagi fýra til, fyri at manna samgongu.
Og Finnleif ætlar sær at spæla kortini so væl sum gjørligt.
- Eg ætli avgjørt eisini at taka av einum tilboði um at gerast býráðsformaður, um tað skuldi komi hartil, sigur hann.










