Ein búskaparfrøðingur hevur í bløðunum eina skilagóða viðmerking til vakstrartølini hjá samgonguni. Er tað skilagott at vænta stóran búskaparvøkstur í Føroyum, samstundis sum partabrævamarknaðir úti í heimi eru uppá tað lægsta í fleiri ár? Eigur landið ikki at brúka eitt forsiktigheitsprinsipp, tá fíggjarlógin verður løgd?
Eitt er omanfyristandandi, men tað grefligasta dømi um undirbudgettering er, at man krevur ein inntøkuvøkstur hjá stovnum sum eitt nú Strandferðsluni og Rúsdrekkasølu landsins. Strandferðslan hevur longu staðfest ein ávísan avmatning í inntøkunum, so illa ber til at fáa ein inntøkuvøkstur, uttan at hækka ferðaseðlaprísin. Hvat Rúsuni viðvíkur, so má sølan ivaleyst upp, fyri at inntøkurnar skulu hækka. Hetta kann illa merkja annað, enn at føroyingar mugu fara at drekka meira av brennivíni og øli fyri at Karstensa fíggjarlóg skal hanga saman. Nú vita vit ikki, hvat fólk halda um hetta, men ikki var tað upprunaliga endamálið við Rúsdrekkasølu landsins, at tað skuldi verða ein mjólkimaskina hjá landinum.
Fólkaflokkurin er sær sjálvum líkur, men at Tjóðveldisflokkurin skal vera við til at argumentera fyri at halda lógarfestar útreiðslur uttanfyri fíggjarlógina, er ilt at skilja. Formaður Tjóðveldisfloksins brúkti meginpartin av tíðini hjá sær undir fíggjarlógarviðgerðini at útleggja søguna seinastu 20 árini uppá ein ikki sørt lættisoppakendan máta. Hvussu leingi kann man kóka suppu uppá eina skeiva útlegging av einum bankamáli? Fíggjarlógin i dag kemur ikki at hanga betur saman við at royna verður at øsa fólk upp um farnar tíðir. Gamaní segði formaður Tjóðveldisfloksins eisini, at hendan fíggjarlógin gjørdi teimum fullkomuliga til skammar, ið ávaraðu móti blokkniðurskurðinum. Tað er at taka munnin í so fullan at proklamera eina succes í ár 0, men tá úrslitini ikki skulu sleppa at tala fyri seg, so er tað nokk vegurin. Tjóðveldisflokkurin stóð seg betur við at taka konstruktivar spurningar og viðmerkingar til sín, ístaðin fyri altíð at skýra ting svarta talu og so tann klassiska viðmerkingin um, at fólk hava misskilt, hvussu tingini hanga saman.
Tjóðveldisflokkurin plagdi at duga væl at byggja brúgvar, og plagdu vinstravendu flokkarnir á tingi at duga væl at koma ásamt um raðfestingar á farnum fíggjarlógum. Í ringastu krepputíð fungeraðu sjúkrahúsverkið og skúlaverkið líka væl, sum í dag í bestu árum, takkað verið táverandi samgongu millum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Munur er á!
Sosialurin