Dýrt verkfall

   

Endiliga eydnaðist at fáa semju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og hvat er so fingið burturúr. Lønin hækkaði við kr. 4,30 í ár og aftur 4,30 næsta ár og um lønin hækkaði við kr. 3,20 høvdu vit sloppið undan einum verkfallið og gevur hendan kr. 1,10 fyri ein arbeiðara kr. 1.980 um árið og munar hetta ikki nógv í mun til hvat hann hevur mist undir verkfallinum. Arbeiðarafeløgini hava undir verkfallinum goldið 70% av sáttmálalønini svarandi til at ein arbeiðari, ið arbeiðir fulla tíð, hevur fingið kr. 2.581,60 í mun til kr. 3.688,- um vikuna og tá verkfallið hevur vart í fyra vikur svarar tað til, at hann hevur fingið kr. 4.425,60 minni í løn, so arbeiðast má leingi fyri at vinnað hetta innaftur og serliga hjá teimum, ið fáa meira enn sáttmálalønin ásetur.
Tað eru fleiri, ið hava brúkt sína frítíðarløn undir verkfallinum og er hetta ikki serliga hugaligt um tey høvdu ætlað sær eina summarfrítíð fyri tann peningin, so fyri mong man tað verða trupult, at síggja hvørjar batar verkfallið hevur havt við sær.
Arbeiðarafeløgini hava upplðst, at tað hava verið um 12.000 limir í verkfallið og um vit siga at tað svarar til 6.000 fulltíðar størv og hesi hava fingið 70% frá arbeiðarafeløginum, so hava arbeiðarafeløgini útgoldið góðar 15 mió. um vikuna ella umleið 60 mió. í lønum til limirnar undir verkfallinum og tað má sigast at hava verið dðrt fyri verkafeløgini.
Samfelagið er nokk størsti taparin í einum verkfallið og tað gongur nokk long tíð áðrenn vinnan og Føroyski búskapurin vinnur sítt tap innaftur, tí tað eru bæði kontraktir og álitið annars sum hevur fingið ein frammaná av hesum verkfallinum, hetta er eitt tekin um eitt óstabilt samfelag, ið okkara samstarvspartnarar als ikki skilja.
Nú er verkfallið so av og vit mugu síggja frameftir og fara aftur til arbeiðis, men eg meti at tað er neyðugt at broyta skipanina á arbeiðsmarknaðinum. Tað kann ikki verða meiningin, at vit skulu út í eitt verkfall annaðhvørt ár fyri at fáa semju, hetta er nokk besta prógvi um at verandi skipan ikki er góð nokk.