verður sett í gildið fyri Føroyar. Hetta var tað sum hendi, tá nevnd í sínari tíð var sett at gera uppskot til nýggja stýris-skipanarlóg. Stýrisskipanarlógin er í stórum ein føroysk tillaging av teimum st [...] undir allari lóggávu. Hetta hevur meira og minni verið lagið í Føroyum, líka síðani danska grundlógin var lýst at galda í Føroyum, fyri skjótt 150 árum síðani. Zacharias Wang er ein teirra, sum hevur gjørt [...] at hon í frægasta lagi verður sædd sum ein vegleiðing hjá lóggevara, men ikki sum ein avmarkandi karmur um dagliga lóggávuarbeiði. Grundlógin - eitt býtisbarn Í triðja lagi hevur tað, at grundlógin í
mun til hópin, sum var í Estlandi í byrjanini av juni, eru tríggjar broytingar. Umframt Sunvard Joensen og Jákup á Borg er Óli Johannesen, sum var upptikin av lestri, tá landsliðið var í Tallinn, komin við [...] A-landsliðið aftur í eldin. Hesaferð skulu føroyingarnir royna seg niðri í Bosnia, og sigast má, at hetta verður ein stórur biti hjá okkara monnum at gloypa. Seinnapartin mánadagin komu boð frá FSF um, at Allan [...] eitt sindur løgið, at eingin var at síggja spælararnar í seinastu landskappingardystunum undan landsdystinum í Bosnia. Men tað vísti seg, at landsliðsvenjarin sjálvur var á staðnum leygardagin, tá GÍ og
tá teir komu og søgdu mær, at eg skuldi við landsliðnum, sigur Sunvard í telefonini av Kambsdali, har hann arbeiðir. Sunvard er ein av fýra GÍ-arum í landsliðshópinum hesaferð. Ein av hinum er beiggi Sunvard [...] Sunvard Joensen var á Svangaskarði og vandi saman við restini av GÍ-liðnum, ið fyrireikar seg til Europa Cup-dyst, tá hann fekk boðini um, at hann var úttikin til landsliðið, sum sunnudagin setir kós móti [...] hinir báðir eru Magni og Henning Jarnskor. ? Sámal ringdi í gjárkvøldið og ynskti mær tillukku. Mamma mín helt, at tað var synd fyri meg, at eg skuldi vera málmaður á føroyska landsliðnum, greiðir Sunvard
32.000 krónur um mánaðin, tí eg haldi, at ein landsstýrismaður hevur nógv fleiri arbeiðstímar enn ein løgtingsmaður og í hvussu so er nógv fleiri tímar enn ein lønarmunur uppá 7.000 krónur um mánaðin vísir [...] teirri fatan ,at hetta er bara fyri at tingmenn skulu sætta sær sær og sínum. ? Tey mugu veruliga føla, at tey fáa eina tænastu, sum er betri enn hon, sum var frammanundan og at hetta ikki bara er fyri [...] ? Sum støðan er í løtuni kemur onki uppskot frá mær um at hækka lønirnar hjá tingmonnum. Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri heldur ikki, at hetta er rætta løtan at hækka lønirnar hjá tingmonnum. Vit hava
ólavsøku og pisan var var væl fyri. Yvirhøvur heldur hann, at lomvigin hevur stabiliserað seg. ? Eg vil ikki siga, at lomvigin er øktur so nógv, men hann er ikki so kritiskur, sum hann kanska var einaferð. Men [...] sigur at afturfyri leggja skúvoyingar landpart av. ? Landparturin er triðingurin av veiðini. ? Hetta er ein góð skipan, tí hon ger, at fleygasessirnir verða ikki býttir út uppá jørðina. ? Tann, sum onga jørð [...] ?Hetta man vera tað frægasta árið higartil í nítiárunum Skúvoyingurin, Ólavur Skipagøta er ein íðin fleygingarmaður. Hóast hann nú býr og arbeiðir í Havn, er vanligt, at hann leitar sær suður til Skúvoyar
landsdystin í Bosnia, hevur bert mist ein dyst av týdningi, síðani hann kom til norska felagið, og tað var ein steypadystur, sum Kongsvinger spældi, meðan Julian var í Estlandi við landsliðnum. Í landskappingini [...] ikki er av tí besta. ? Vit hava ein dyst í kvøld (í gjárkvøldið) og so aftur ein sunnudagin (sama dag sum landsliðið fer úr Føroyum). Tað er eitt sindur torført hjá mær at skula siga venjaranum frá so [...] herfyri seldi Rosenborg ein spælara ? Vegard Heggem ? til Liverpool fyri meir enn 50 milliónir krónur. Tað eru í løtuni 21 mans í hópinum hjá Kongsvinger, og á bonkinum situr ein maður, sum Kongsvinger
sluppu sær upp í bilar og fóru til Hvalbiar. Tey søgdu, at bara ein amerikanskur drongur var eftir, sum ikki vildi við. Grindadrápið var eitt skelkandi upplivilsi hjá teimum flestu og summi bæði grótu [...] hví. Jú dámdi heldur ikki at síggja grindadrápið. ? Mær dámar sera væl hval. Og tað var so vakurt at síggja teir koma svimjandi inneftir. ? Tí dámdi mær slett ikki at síggja menninar so koma og skera í teir [...] Havinum. Men hetta er fyrstu ferð, at tær eru og ferðast, uttan saman við foreldrunum. Og tað eru tær báðar samdar um, er eitt tað besta við hesi leguni. Og hóast tær hava verið burtur ein heilan mánaða
heimavølli er liðugur fyri í ár. GÍ tapti 3-1 móti einum liði, sum var betri enn heimaliðið, men sum ikki var so nógv betri, at GÍ á nakran hátt var niðurspælt. Tað er kortini eingin vón fyri, at GÍ á útivølli [...] Henning Jarnskor ? gingu undan og GÍ var væl við alla tíðina. Tað var spell, at frísparksinnleggið í síðsta minutti varð snittað í málið, men 3-1 tapið hjá GÍ var heiðurligt. At føroysk lið skulu vinna [...] fótbóltur sjálvandi er væl betri enn føroyskur fótbóltur, men tað var samstundis eyðsýnt, at ungverskur fótbóltur er ikki tað, sum hann eina ferð var. Hesa ferð kom yvirvágin til gestirnar til sjóndar í, at teir
Tíbetur hava teir flestu fjølmiðlarnir her á landi gjørt eitt framtak á júst hesum øki hetta seinasta ári. Vingl var ein góð sending, og tað hevði verið óført, um hon hevði kunnað hildið fram. Teodor Olsen er [...] innsløg møguliga skulu gerast til komandi sendingar. Tónleikurin Ein samsvarandi sending var á skránni seinasta summar, men í teirri sendingini var tónleikurin einamest av tí nýggjara slagnum, meðan hann í Nón [...] ungdóminum. Ginna Midjord hevði ungdómssendingina ?Vingl?, sum var stak væl dámd millum ung. Eisini hevði hon, saman við øðrum, ein sending, har skipað var fyri beinleiðis telefonpráti við ung kring alt landið
hesum »nýggja« dansi, var Tangoakademiið stovnað í Århus í apríl 1997. Nakað við kenslur at gera? ? Tango er eitt spæl hjá monnum at vinna dámuna. Talan er um ein kenslubornan dans - ein dans, ið hevur nakað [...] fleiri work-shops og tangoveitslum í århus, og í fjør var Siri Eysturoy í Havn á skeiði í Århus, har hon í eina heila viku lærdi at dansa tango. ? Mær dámar so væl at dansa tango, at eg vil sleppa at dansa [...] Tær báðar kundu sera væl hugsað sær at fingið skapt eitt tangoumhvørvi í Føroyum. ? Niðri hevur hetta rættuliga vundið upp á seg, og har eru eitt nú fleiri tangocafé?ir. Vit kundu hugsað okkum, at vit