Beder. Í hesum sambandi kann upplýsast, at arkitektarnir Rúni Abrahamsen og Eyðun Eliasen hava gjørt upp-skot um hvussu byggjast kann á øllum økinum, líka suður til Kirkjugjógv. Hetta øki verður mett at umfata [...] Kambsdali, henda skal gerast liðug í hesum árinum. Á Kambsdali hava annars verið gjørdar fleiri royndir hesi 4 árini, við ímillum annað einum íbúðarblokki í fleiri hæddum, tvær verkætlanir við tví- og raðhúsum [...] í vár og út á summarið, umframt tey á Kambsdali. Býráðið hevur útskrivað 33 byggiloyvir til sethús hesi síðstu 4 árini og eru tey flestu bygd. Men byggihugurin er stórur og bíðilistin heldur veksur enn
Tórshavnar Kommunu Aftursvar til Høgna Mikkelsen Í hesum føri er orsøk til at leggja nakrar ítøkiligar upplýsingar aftrat tí, hann førir fram, so borgarar í Tórshavnar kommunu eisini fáa neyðugu kunningina [...] farið varð í gongd. Tí má staðfestast, at er byggifyritøkan komin í fíggjarliga trongstøðu av hesi bygging, sum skjøtil varð settur á fyri bert einum mánaði síðani, má okkurt vera galið við øðrum [...] Høgna Mikkelsen, so teir kundu koma við sínum viðmerkingum, men enn hevur Høgni Mikkelsen eftir hesi mannagongd ikki gjørt eina einastu viðmerking til uppskotið. Tí er eisini ilt at skilja, hvør ætlan
Listaframsýning Í dag letur aftur ein listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Hesuferð er tað Jón Magnus Joensen, sum sýnir fram. Hann er ein av teimum yngru listamálarunum, men hann hevur verið við [...] á Ólavsøkuframsýningini. Hetta verður aðru ferð at hann sýnir fram í smiðjuni. Framsýningin letur upp í dag klokkan 15 og hon er opin til klokkan 20. Annars er hon opin hvønn dag frá klokkan 15-20, hetta [...] fleiri barnasangir og hann skrivar somuleiðis løg. Hann hevur eisini skrivað barnabókinum Gagnleikur og hesi seinastu árini hevur hann eisini verið urguspælari í Vesturkirkjuni. Fyrra hálvár í ár var hann á
ikki var viðurkendur millum viðurkendu listafólkini her heima. Samstundis lat altso serframsýning upp í Listaskálanum við myndum hjá hesum sama Øssuri Mohr. At hava serframsýning í okkara tjóðlistasavni [...] Várframsýningum, eins og hann hevur havt nógvar serframsýningar bæði her og niðri. Hetta kundi jú týtt upp á eina lutfalsliga viðurkenning. Men so er tað teir ómøguligu ummælararnir. T. d. hevur undirritaða [...] tískil spent og hugdi at innkomnu verkunum, ið vóru stillaði kring salin, tá hurðin brádliga brast upp og trý fólk trinu so andbrá inn í salin. Á odda gekk pelsklædd kona, og hon stýrdi beinleiðis móti
Skaldsøgan Nú hevði Jørgen-Frantz Jacobsen tilfarið, men hvussu fór leikur í hesi skriving? So seint sum 25. september 1934 hevur tað ikki enn rættiliga borið við William Heinesen, at vinmaðurin er farin [...] biðjur William Heinesen senda Tinganesi »eitt blítt eygnakast. Tað er har skaldsøgan er um at taka seg upp - í vindgosinum uttan av havi, aftur við tónunum hjá Rameau og Couperin-le-Grand, skelvandi sálmasongi [...] vekir í honum. Hann veit, hvør drívkraftin er, og sigur, at sálin tíggjar sær »sum ein skáldað apa!« Upp á sín egna retoriska spurning, hvat hetta er fyri nakað, svarar hann: »Tykni, særdur stoltleiki, vónbrot
muga tey gevast. Samlaða trýsið kann føra til mentala og kropsliga ovbyrðan ella fráfall. At liva upp til høgar væntanir krevur meira venjing, sum ofta ikki er nóg fjølbroytt. Kroppurin fær ikki ta hvíld [...] ungum venda sær til teirra við skaðum, sum oftast eru úrslit av ov nógvari eintáttaðari venjing. Og at hesi gerast yngri og yngri. Fysioterapeutarnir vístu á, at við rættari og meira fjølbroyttari venjing kunnu
ikki bera seg, og tí valdu vit heldur at fara upp í tí donsku skipanina. Tað lá leingi í ting-inum, og heilt nógvir tinglimir vóru ímóti, at vit fóru upp í donsku skipanina. Tíbetur tordi Edmund Joensen [...] ymsu sersambondini, og hvør ítróttargrein fekk eina starvs-nevnd, sum burturav arbeiddi fyri júst hesi ítróttargrein, greiðir Heðin Mortensen frá. Vantandi olympiski limaskapurin Eitt av hjartamálunum [...] eina umsókn um olympiskan limaskap beinan vegin, men enn tann dag í dag hava vit ikki fingið svar upp á hesa umsókn, hóast vit fleiri ferðir hava roynt at fáa eitt endaligt svar, greiðir ÍSF-forsetin frá
ÍSF aftur kemur upp á 5 milliónir í 2012, sigur Petur Elias Petersen. Tað fer sjálvandi at ganga út yvir virksemi hjá einstøku sersambondunum, at stuðulin nú verður skerdur, og hvussu hesi fara at takla [...] takla støðuna, verður upp til sersambondini. Petur Elias Petersen hevur tó vónir um, at hendan skerjingin verður broytt í Fíggjarnevndini, og so leingi málið ikki er viðgjørt har, er heldur einki avgjørt. Sambært
formaður hini bæði árini. Í bakspeglinum havi eg hug at siga, at eg var áhaldsin, tá eg lat meg stilla upp til ÍSF. Tí eg hevði ikki gjørt mær nóg greitt, hvussu krevjandi arbeiðið var. Tá vóru ongi sersambond [...] 300.000 upp í 750.00 krónur. Tað gav okkum rúmari ræsur, men vit fingu ikki játtan til umsiting. Tí lá alt arbeiðið framvegis á nevndarlimunum sjálvum. Tað var møtimikið, tá tú eisini vildi liva upp til teir
til Føroya við gull- og øðrum heiðursmerkjum. Nú hava yngri kreftir tikið við, og ÍSB vóna tey, at hesi fara at verða líka íðn, sum tey undanfarnu. ÍSB man eiga eitt tað trúgvasta stuðulsfelagið í landinum [...] teir tríggir nevndarlimirnir í ÍSB, Jón á Steig, Johan Samuelsen og Egga Jensen og tóku ímóti kekki upp á 60.000 krónur. Teir hildu, at tað er ótrúligt, at ÍSB hvørt ár skal fáa so góðan stuðul, og teir