Tað verður ofta tikið til, at stuðulin til ítróttin er væl farin, tí hann verður ríkiliga spardur inn aftur í hinum endanum.
Men argument hava iki hjálpt í hesum førinum, og tað harmast Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, um. Hinvegin skilir hann, at tá øll onnur í samfelagnum skulu spara, so má ítrótturin eisini taka eitt tak.
- Men vit hava fingið eitt skriv frá Mentamálaráðnum, har landsstýriskvinnan upplýsir okkum, at skerjingin bert verður í ár, og at játtanin til ÍSF aftur kemur upp á 5 milliónir í 2012, sigur Petur Elias Petersen.
Tað fer sjálvandi at ganga út yvir virksemi hjá einstøku sersambondunum, at stuðulin nú verður skerdur, og hvussu hesi fara at takla støðuna, verður upp til sersambondini.
Petur Elias Petersen hevur tó vónir um, at hendan skerjingin verður broytt í Fíggjarnevndini, og so leingi málið ikki er viðgjørt har, er heldur einki avgjørt.
Sambært Bill Justinussen, sum er limur í Fíggjarnevndini, er als ikki vist, at talan verður um nakra skerjing.
- Stendur tað til mín, skal játtanin til ítróttin ikki rørast, sigur Bill Justinussen.