Listaframsýning
Í dag letur aftur ein listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Hesuferð er tað Jón Magnus Joensen, sum sýnir fram.
Hann er ein av teimum yngru listamálarunum, men hann hevur verið við á
fleiri framsýningum. Seinast var hann eisini við á Ólavsøkuframsýningini.
Hetta verður aðru ferð at hann sýnir fram í smiðjuni.
Framsýningin letur upp í dag klokkan 15 og hon er opin til klokkan 20. Annars er hon opin hvønn dag frá klokkan 15-20, hetta til 8. oktober.
Jón Magnus er 40 ára gamal argjamaður, lærari av yrki og er nú lærari í Tjørnuvík.
Og hann er maður við nógvum jørnum í eldinum. Umframt pensilin, roynir hann seg eisini við penninum og hann hevur yrkt fleiri barnasangir og hann skrivar somuleiðis løg. Hann hevur eisini skrivað barnabókinum Gagnleikur og hesi seinastu árini hevur hann eisini verið urguspælari í Vesturkirkjuni.
Fyrra hálvár í ár var hann á listaháskúla í Holbæk í Danmark og har málaði hann nógv.
Við á framsýningini hevur hann 34 málningar. Talan er bæði um oljumálningar og akrýl, men hann hevur eisini nøkur verk vi
Myndevninini hjá listamanninum eru fyri tað mesta føroyska náttúran og flestu málningarnir eru málaðir hesa tíðina, hann var dvaldist á flatlondum.