Sigurð S. Simonsen
Valevni á lista B
Undan valinum seinast, var íbúðarmál eitt av teimum málunum ið hevði størst áhuga, ja eitt av aðalmálunum. Hetta er eisini eitt øki sum nógv orka er brúkt uppá hesa setuna. Vit mugu samstundis ásanna, at vit høvdu ikki hóming av, at tað var eitt so drúgt og torført arbeiði at gera kommunalar útstykkingar.
Loksins kunnu vit tó gleðast um, at nú er klárt at seta spakan í útstykkingina frá Toftabønum yvir Bakkageilina og suðureftir. Vegagerðin byrjar frá endanum á Bjarnavegnum við húsini hjá Torkil Beder.
Í hesum sambandi kann upplýsast, at arkitektarnir Rúni Abrahamsen og Eyðun Eliasen hava gjørt upp-skot um hvussu byggjast kann á øllum økinum, líka suður til Kirkjugjógv. Hetta øki verður mett at umfata umleið 60 hús og íbúðir.
Kommunan eigur tó bert eini 25% av umtalaða lendi.
Útstykkingin Vestur í Bø gongur sína gongd. Stovugerðisvegur er ávegis gjørdur og fluttu tey fyrstu fólkini inn í húsini í fjør. Vegurin ímillum Stovugerði og Innandalsvegin var boðin út í fjørheyst, men boðið var tikið aftur tí ognarviðurskiftini ikki komu uppá pláss. Vantandi fellur avgerðin í málinum skjótt, soleiðis at vit um stutta tíð kunna hava 12 grundstykkir afturat teimum 8, soleiðis at eini 20 hús koma við í hesa útstykking.
Býráðið hevur samtykt at gera eina útstykking uppá 8 grundstykkir á Kambsdali, henda skal gerast liðug í hesum árinum.
Á Kambsdali hava annars verið gjørdar fleiri royndir hesi 4 árini, við ímillum annað einum íbúðarblokki í fleiri hæddum, tvær verkætlanir við tví- og raðhúsum, men onki er komið burturúr. Roknast kann við, at okkurt av hesum kann vera tikið framaftur, tá lógin um alternativa íbúðarbygging verður avgreidd í Løgtinginum.
Samanumtikið kann sigast, at góð útlit eru fyri at eini 20 grundstykkir vera tøk í vár og út á summarið, umframt tey á Kambsdali.
Býráðið hevur útskrivað 33 byggiloyvir til sethús hesi síðstu 4 árini og eru tey flestu bygd. Men byggihugurin er stórur og bíðilistin heldur veksur enn minkar. Í løtuni eru oman fyri 50 umsøknir inni.
Góðu fuglfirðingar, um eg veri valdur innaftur í býráðið, vil eg leggja doyin á at omanfyri nevndu verkætlanir halda fram og helmi ikki í, fyrr enn bíðilistin er burtur og kommunan til einhvørja tíð hevur grundstykkir tøk til tað unga fólkið íð her býr og til fólk sum koma til bygdina.









