koyra fólk og viðføri til heim okkara í Tórfinsgøtu, har mamma hevði fyrireikað alt so væl. Áhugin fyri teimum stóru kuffertum, sum vóru borin inn á gólvið, var ringur at dylja hjá okkum, sum børn vóru, tí [...] sámiliga atburð faðirs míns. Tó at hetta eru umleið 15 ár síðan, standa hesi orð sum høgd í stein framman fyri mær enn berandi boð um, at eins og pápi var ein fyrimynd heima, so var hann tað eisini umborð. Í árini [...] varð pápi pensioneraður og kundi nú í sorgblídni líta aftur á sítt virkisskeið, takkandi tí Almáttuga fyri at hann var spardur frá eini vátari grøv, hetta sæð í skugganum av tí tíðarskeiði, sum pápi sigldi
tí besta við einari lærubók. Men hví skal sovorðið óestetiskt og býtt koma fyri sum at skriva súmbol fyri symbol og súntesa fyri syntesa? Er hetta ólærd heimføðinga málterrorisma av Debesartrøð, ella hvaðan [...] navninum Herodot, sum fyri hálvtriðja túsund árum legði grundarsteinarnar. Um endamálið við søgu høvdu kanska ikki allir verið samdir við orðingini um, at søgan hevur týdning fyri fatanina av fortíðini [...] fortíðini og nútíðini, men eisini fyri fatanina av ella áhuganum fyri framtíðini. Eitt sindur negativt kann sigast, at eitt »futuriskt element« meira má hoyra til profetarnar enn til søgugranskararnar. Men sjálvandi
tíðarskeiðið 1929?1948 í lívi Janusar. Tað gevur at bíta, longu á teimum allarfyrstu síðunum, har Hanus skrivar um dómin, J. H. O. fekk fyri roknskaparsvik í 1929 og tíðina, hann so sat í Vestre Fængsel. [...] vit sum lesarar eru hjá honum har. Vit síggja umstøðurnar fyri okkum, vit kenna dagsins gongd og vit fáa enntá at vita, at Janus fekk átalu fyri at »skriva vers« á pappírið, sum fangarnir fingu útflýggjað [...] eg fari ofta at venda aftur til hesar bøkur, at lesa í teimum, tí tær eru væl skrivaðar og fragd at lesa til undirhalds, at hava gleði av teimum, tí tær vísa mær tulkingar á høgum støði av tí besta vit
har. Inga Danberg og Mildrið Jacobsen skoraðu átta mál í part fyri Neistan, meðan Joan Midjord Joensen og Simona Hansen skutu fýra mál hvør fyri Stjørnuna. [...] Tveir av teimum seks dystunum í seinasta leikumfari í grundspælinum í hondbóltskappingini vóru spældir leygardagin. Hjá monnunum spældu botnliðið Neistin og oddaliðið VÍF í Havn, og har gjørdist tað til
fram ímóti føroyingum, soleiðis heilt uttan fyri allar tær spælireglur, sum frammanundan vórðu avtalaðar. Eg vildi harmast um, at so long tíð er farin fyri skeyti, sum frá meðal 95 til nú, til at endurbyggja [...] endurbyggja álitið í ríkisfelagsskapinum og at skapa møguleikar fyri framhaldandi at vera í ríkisfelagsskapinum. Tað arbeiðið skuldi fyri langari tíð síðani verið byrjað. Eg hevði heldur ikki lagt meg so nógv [...] -Politikkurin, sum førdur varð seinnu helvt av 80-unum, snúði seg um at frígera landskassan fyri meginpartin av teimum skyldum, sum hann hevði móti privata vinnulívinum. Nógv veðhald vórðu innloyst. Nýggj veðhald
Niclasen nú hava drigið fram fyri at markera seg í valstríðnum nú í vár og summar. Hinvegin eru tað eisini nógv í samgonguni, sum eru so mikið at sær komin, at tey vita, at fyri samfelagsbúskapin er hetta [...] tátu, sum teir kunnu verja seg við fyri veljarunum í Vágum, hóast eg ivist í, um vágafólk bíta á agnið. Men samstundis hevur hin parturin í samgonguni fingið trygd fyri, at púra onki hendir, og at farið [...] ni fyri komandi ár. Tí so kundi verið farið undir arbeiðið. Allar aðrar loysnir eru burturforkláringar. Tí sum er, hava tey afturhaldssinnaðu í samgonguni fingið ein eyka møguleika at forða fyri, at
sínum, sum gjáramorgunin fóru í verkfall. Men so er ikki. Næmingarnir skilja væl lærararar og stuðla teimum fult og heilt. Orsøkin til verkfallið er, at tveir flokkar í skúlanum á Kambsdali vórðu lagdir saman [...] Petersen hevur gjørt, sigur Snorri Fjalsbak, formaður í Yrkisfelagnum. Grundgevingin hjá lærarunum fyri at siga nei til samanleggingina er, at undirvísingin verður so nógv verri, hølini eru heldur ikki [...] flokki, siga næmingarnir. Teir vóna, at lærararnir standa fast við hetta kravið, tí teir bera ótta fyri, at verður eina ferð slakað, so er tapt. Aaðalstjórin Petur Petersen hevur sagt, at verða hesir tveir
genir at gera. Tann hugburðurin má skapast. Fyri at fáa okkara tjóð aftur á føtur, mugu vit m.a. evna tað torføra kynstri, at sópa fyri egnum durum, og fyri alt í verðini mugu vit gevast við at grenja [...] tekur fyri fult. Og hóast vit so dekoreraðu bagatellina við 10.000 ættarsøgum, so broytir tað snøgt sagt onki! Hinvegin kenni eg meg ikki so vissan í, hvat tað er fyri heilivágur ið skal til, fyri at broyta [...] pylsuvognur ella kanska ein kiosk kasta av sær. Okkara neyðars tjóð bleiv tey árini tveitt fyri føturnar á teimum frælsu marknaðarkreftunum. Og ongin politisk makt royndi at steðga ella at tálma útviklingini
var góða undirtøkan svitaleyst prógv um: Tvær framførslur fyri fullum húsum. Hevði leitað mær niðan í Húsið til fyrru konsertina. Hetta fyri at hava møguleika at uppliva konsertina bæði í høll og á skermi [...] høllini. Væleyðnað konsert Kanska besta í røðini ? um alt verður talt saman. Roknistykkið er ikki av teimum truplu: nógv positivt at draga fram og fáa lýti at draga frá. Spælið var javnt gott, góður strúkaraljómur [...] overturu. Kom at hugsa um einaferð tey »Kongaligu« framførdu »Barberin í Sevilla« í høllini á hálsi fyri mongum árum síðan. Tað vóru ikki skjórur, men ein yvirvaksin staraflokkur, sum settu sín dám á hesa
formaður í útbúgvingardeildini hjá FSF, sigur, at ætlanin, sum teir hava lagt fyri 1998, gevur øllum teimum, ið hava áhuga fyri at betra um sín førleika at venja, møguleikar at koma á skeið. Ymsu skeiðini [...] gravgangur millum føroyskar fótbóltsvenjarar at sleppa á venjaraskeið. Síðsta dømið um hetta er áhugin fyri skeiðnum, sum norðmenn fara at halda í Havnini komandi vikuskifti. Ikki færri enn 34 venjarar hava [...] luttøku ? 33 mannfólk og eitt konufólk! Tað er útbúgvingardeildin hjá Fótbóltssambandinum, sum skipar fyri. Formaðurin Jákup Simonsen sigur, at skeiðið er fingið í lag eftir ynski frá venjarafelagnum. Felagið