Kortanei til so stórar flokkar

- Vit stuðla lærarunum fult út, tí teirra stríð er eisini okkara stríð: Kravið er góð og forsvarlig udirvísing, sigur nevndin í Næmingafelagnum í Hoydølum

Nú kundi onkur hildið, at HF- og studentaskúlanæmingarnir eru illir inn á lærarar sínum, sum gjáramorgunin fóru í verkfall.

Men so er ikki. Næmingarnir skilja væl lærararar og stuðla teimum fult og heilt.

Orsøkin til verkfallið er, at tveir flokkar í skúlanum á Kambsdali vórðu lagdir saman á nýggjárinum við tí úrslitið, at 28 næmingar verða í flokkinum.

Tað góðtaka lærararnir ikki og vísa til eina avtalu frá 1992 við Landsskúlafyrisitingina, har stendur, at skulu flokkar leggjast saman skal tað verða í samráð við Yrkisfelagið hjá studentaskúla- og HF-lærarum.


Avtalubrot

- Í samráð er broytingin ikki gjørd, tí lærararnir søgdu nei. Samráð er ikki tað sama sum hoyring. Hetta er eitt klárt og týiligt brot á avtaluna, sum aðalstjórin Petur Petersen hevur gjørt, sigur Snorri Fjalsbak, formaður í Yrkisfelagnum.

Grundgevingin hjá lærarunum fyri at siga nei til samanleggingina er, at undirvísingin verður so nógv verri, hølini eru heldur ikki til tað. Haraftrat verða færri tímar til limirnar í Yrkisfelagnum.

Fyrrapartin í gjár hevði Yrkisfelagið einki frætt frá mótpartinum. Teir hildu ikki, at tmótparturin átti fyrsta útspælið nú, so lærararir bíðaðu.


Góður stuðul

Lærararnir eru væl greiðir yvir, at eitt verkfall sum hetta rakar næmingarnar, og jú longri tíð gongur, verri verður at rætta upp aftur.

- Men tað gleðir okkum ómetaliga nógv, at næmingarnir síggja álvaran í verkfallinum og stuðla, sigur Snorri Fjallsbak.

Stundentaskúla- og HF-næmingarnir eru ikki fegnir um longdu jólaferiuna, tí teir vilja hava greið undirvisingarviðurskifti.

Nevndin í Næmingafelagnum hevur havt fund, og í gjár var nevndin eisini á fundi við lærararnar, sum fingu at vita frá næmingunum, at teir stuðla lærararunum fult og heilt.

- Vit vita, at teirra stríð tænir okkum, tí tað snýr seg um at varðveita góða undirvísing, ið er pedagogsikt forsvarlig. Einasta, sum skilir okkum og lærararnar er, at teir missa einki við einum verkfalli, men vit missa undirvísing, sigur nevndin í Næmingafelagnum.


Kravið má

ikki sleppast

- Vit vilja sum skjótast sleppa aftur í skúla, men tað skúlin skal vera sum áður við hægst 24 næmingum í hvørjum flokki, siga næmingarnir.

Teir vóna, at lærararnir standa fast við hetta kravið, tí teir bera ótta fyri, at verður eina ferð slakað, so er tapt.

Aaðalstjórin Petur Petersen hevur sagt, at verða hesir tveir flokkarnir á Kambsdali ikki lagdir saman, verða færri stundaskúlanæmingar tiknir upp næsta ár.

- Tað er eingin grundgeving. Heldur taka færri næmingar upp enn at gera undirvísingina verri. Ella má skúlin byggjast út.


Ætla í landsstýrið

Næmingafelagið í Hoydølum hevur gtt samstarv við næmingarnar á Kambsdali og í Suðuroynni, og hesir næmingarnir allir ætla ikki at liggja á tí løtu síðuni, meðan lærararnir eru í verkfalli.

- Vit kunnu ikki krevja nakað beinleiðis av landsstýrinum, men loysir landsstýrið ikki henda trupul-leikan, kann landsstýrið vænta at fáa vitjan av øllum studentaskúla- og HF-næmingunum í Føroyum. So verður tað ikki bara Nyrup, sum kemur á vitjan, sigur nevndin í Næmingafelagnum í Hoydølum.