Tað er stórur gravgangur millum føroyskar fótbóltsvenjarar at sleppa á venjaraskeið. Síðsta dømið um hetta er áhugin fyri skeiðnum, sum norðmenn fara at halda í Havnini komandi vikuskifti. Ikki færri enn 34 venjarar hava boðað frá luttøku ? 33 mannfólk og eitt konufólk!
Tað er útbúgvingardeildin hjá Fótbóltssambandinum, sum skipar fyri. Formaðurin Jákup Simonsen sigur, at skeiðið er fingið í lag eftir ynski frá venjarafelagnum. Felagið hevur havt á orðið við FSF, at teir halda, at tað hevði verið gagnligt við íblástri aðra staðni frá, umframt skipaða samstarvið, sum er við Danmark, og so hevur FSF vent sær til Noregs.
Innihaldið
Skeiðið verður í HB-húsinum, og tað byrjar fríggjadagin klokkan 17. Hildið verður á til klokkan 21. Leygarmorgunin bjóðar FSF morgunmat klokkan 8.30 og døgurða klokkan 12. Skeiðið byrjar henda dagin klokkan 9.00, og tað verður hildið á til klokkan 18.
Skeiðið er fyri tey, sum hava royndir at venja. Tað snýr seg um taktiska og tekniska venjing, um leikara- og liðmenning og um fysiska venjing við atliti til norskan fótbólt.
Norðmenn hava tey seinnu árini tikið seg ógvuliga nógv fram í altjóða fótbólti. Tað sæst á fleiri økjum. Norska landsliðið verður við í HM-endaspælinum í summar, og teir eru flokkaðir millum teir fremstu, tá lutakastið til EM-undankappingina verður seinni í hesum mánaðinum. Norsk feløg hava staðið seg sera væl í europeisku kappingunum seinnu árini, og norskir spælarar gera seg galdandi aðra staðni enn í Noregi, sum teir ongantíð hava gjørt tað áður. Hetta er ikki minst galdandi í Onglandi.
Tað verður nógv tosað og skrivað um, hvørjar orsøkirnar eru til, at norskur fótbóltur hevur verið fyri so stórari menning tey seinnu árini. Fleiri lutir hava verið nevndir í kjakinum, men breið semja er um, at dygga og miðvísa útbúgvingin, sum norska fótbóltssambandið hevur havt á skránni í nógv ár, er ein stórur partur av frágreiðingini.
Ábyrgdarmenninir
Tað hevur verið upp á tal, at Egil Drillo Olsen, venjarin hjá norska landsliðnum, skuldi koma til Føroya komandi vikuskifti, men nú er greitt, at hann verður ikki í ferðalagnum.
Teir báðir, sum koma, eru Andreas Morisbak og Øyvind Nielsen. Hesir eru báðir væl kendir í norskum fótbólti. Tann fyrri verður sagdur at vera ein av høvuðsmonnunum aftanfyri norsku venjaraútbúgvingina. Hann hevur verið við í mong ár, og hann hevur skrivað ikki so lítið um venjing.
Øyvind Nielsen hevur verið venjari í mong ár. Hann hevur áður havt ábyrgdina av onkrum felagi í 1. deild. Nú er hann venjari hjá einum U16-økisliði.
Jákup Simonsen, formaður í útbúgvingardeildini hjá FSF, sigur, at ætlanin, sum teir hava lagt fyri 1998, gevur øllum teimum, ið hava áhuga fyri at betra um sín førleika at venja, møguleikar at koma á skeið. Ymsu skeiðini hava ymsar málbólkar, og komandi vikuskifti eru tað altso tey, sum hava fingist við at venja, ið hava møguleikan, og tað stimbrar tey í FSF, at áhugin er so stórur, sum luttøkutalið komandi vikuskifti gevur ábendingar um.