VÍF vann við 25 málum á Neistanum

Hondbóltur: VÍF vann stórsigur á Neistanum í seinasta leikumfari í grundspælinum. Kvinnuliðið hjá Neistanum vann trygt á Stjørnuni

Tveir av teimum seks dystunum í seinasta leikumfari í grundspælinum í hondbóltskappingini vóru spældir leygardagin.

Hjá monnunum spældu botnliðið Neistin og oddaliðið VÍF í Havn, og har gjørdist tað til risastóran sigur til vestmenningar, sum veruliga vundu burtur úr Neistamonnum. Úrslitið gjørdist 43-18 til VIF, eftir 21-12 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki rann VÍF Neistan um koll, og meðan heimaliðið bert skoraði fimm ferðir, fingu gestirnir heili 22 mál.

Áki Olsen skoraði 12 av málunum hjá VÍF og bróðurin Ingi 11. Hjá Neistanum var Karl Oddmar Rasmussen fimm mál.

Hjá kvinnunum gjørdi Neistin sítt til at leggja trýst á hini bæði oddaliðini við at vinna sín dyst móti Stjørnuni. Klaksvíkskvinnur komu betri frá byrjan, men tað gjørdist rættiliga skjótt greitt, at Neistaliðið var tað betra, og tá meistaraliðið fyrst var komið var um, hildu tær seg har. Inga Danberg og Mildrið Jacobsen skoraðu átta mál í part fyri Neistan, meðan Joan Midjord Joensen og Simona Hansen skutu fýra mál hvør fyri Stjørnuna.