avgjørdur Brandur Sandoy. Hann vísir á, at Sea Shepherd-fólkini eru vælkomin at vera á Sandi so leingi, tey uppføra seg væl. - Men, hava vit mistanka um, at tey ætla sær at forpurra okkum grindadráp í oynni [...] liggja eftir at forða teimum í hesum. Borgarstjórin sigur, at sjálvur eigur hann hús, sum hann leigar út til summargestir. - Vit hava bæði fyrr í vár og aftur nú í summar fingið áheitanir um at leiga út til [...] tríggjar bátadráttirnar, sum kommunan eigur. Borgarstjórin, Brandur Sandoy, sigur, at Sea Shepherd-fólkini sleppa ikki at brúka fasilitetir, sum borgarar á Sandi hava goldið fyri. - Tað verður ikki so leingi
leikbann í níggju landsdystir, umframt at Suarez ikki kann so mikið sum fara á stadion at hyggja at fótbólti næstu fýra mánaðirnar. Og heldur ikki sleppur hann at venja við nøkrum felagi hesa tíðina. Tað [...] hava, eftir at hann beit italska Giorgio Chiellini í økslina, tá Uruguay og Italia spældu seinasta dystin í bólkaspælinum í HM-kappingini. Hetta var triða ferðin, at Suarez er revsaður fyri at bíta mótleikara [...] verður vanvirdur. Níggju dystir haldi eg vera í meira lagi. Men vit tosa eisini um, at ein spælari als ikki sleppur at hyggja at einum dysti og tíansheldur venja, og tá tosa vit veruliga um óunnilig ting, sigur
til at niðurgera onnur í almenna rúminum í sambandi við ein fótbóltsdyst. Siðvenja er, at leikarar, venjarar og onnur umboðsfólk kunnu úttala seg til miðlarnar eftir dyst. Men havast skal í huga, at viðkomandi [...] seg, eigur at vanda sær um orðini, tá samskift verður við ella umvegis almennar miðlar. Ásannandi, at tað eru persónar, sum í hesum kappingarárinum, ikki hava dugað sær hógv, eigur hetta at verða viðgjørt [...] átti Atli Gregersen at vita betri. Fyri flest øll er fótbóltur eitt spæl við nógvum kenslum, og hesum skal eisini vera pláss fyri. Men leikarar hava til eina og hvørja tíð ábyrgd av at stýra sínum kenslum
arrin ikki at leggja frá sær. - Eg havi onga orsøk at leggja frá mær. Misálitisuppskotið gjørdist til eina álitisváttan á meg, sigur Jørgen Niclasen. Men ein trupulleiki í samgonguni er, at tingmenninir [...] sjóndar, at teir ikki longur hava álit á landsstýrismanninum við fíggjarmálum. - Tað er umráðandi fyri eitt framtíðar samstarv, at flokkarnir standa saman, og ivaleyst hevur løgmaður nakrar spurningar at svara [...] til at skapt óró í politisku skipanini, men hetta er ikki nakað nýtt, sambært landsstýrismanninum. - Tað hevur altíð verið og kemur altíð at vera óró í politisku skipanini. Eg síggi onga orsøk at leggja
in var til umrøðu, helt hon, at flokkurin eigur avgjørt at tola atfinningar. Men hon heldur samstundis, at hendan samgongan hevur avrikað nógv á sosiala økinum. Og fyri at undirbyggja tað, reksaði hon [...] sigast annað enn at samgongan hevur lagt stóran dent á hesi økini, sigur Rósa Samuelsen. Tí heldur hon eisini, at tað er ikki heilt rættvíst, tá ið sambandsflokkurin verður skuldsettur fyri at hava mist sosiala [...] hon ein langan avrikslista upp yvir tey tiltøk eru sett í verk. Men fyri at taka samanum, segði hon , at hesi seks árini, samgongan hevur sitið, eru játtaninrnar til almannamál, heilsumál og mentamála hækkaðar
Súlan hevur ikki longur loyvi at sigla við ferðafólki og hevur tí bert verið nýtt til at sigla við farmi, og eftir at nýggi Sildberin er komin í sigling, kemur hann at røkja farmaflutnin. Súlan verður [...] anini hjá landinum at endurnýggja skipaflotan hjá Strandfaraskipum Landsins. Í 2010 varð Másin lagdur og seldur, og Ternan varð, eftir at neyðugar tillagingar vórðu gjørdar, sett at røkja Nólsoyarleiðina [...] ina, og Ritan varð umbygd og sett at røkja Svínoyar-/Fugloyarleiðina. Hóast hetta, verður neyðugt so við og við at endurnýggja flotan, av tí at flestu ferðafólkaferjurnar eru gamlar. Í 2013 var ferja keypt
morgin, tí løgreglan sigur, at nú teir hava funnið hana, er eingin beinleiðis skundur at bjarga henni í land, tí tað er eisini neyðugt at fara fram við varsemi, fyri ikki at oyðileggja møgulig spor. Tá [...] Farið varð at leita, men leitingin í gjár mátti halda uppat, tí líkindini vóru ikki til at halda fram. Í morgun var leitingin tikin upp aftur og nú er beinagrindin funnið. Fólk á staðnum siga, at nú eru løgregla [...] Fyri eini løtu síðani eydnast froskmonnum at finna beinagrindini á botni út fyri Ljósá, sum leitað hevur verið eftir í gjár og í dag. Tað var í gjár, at ein frítíðarkavari svam seg fram á eina beinagrind
er eftir øllum at døma talan um fangar, sum verða fluttir til eitt ókent pláss í Salah ad Din-økinum og tiknir av døgum har. AFP og AP skriva, at tað ber ikki til at fáa váttað, at hetta eru irakskir [...] váttaði í dag, at myndirnar eru av irakskum hermonnum, sum ISIS hevur tikið. Fleiri av myndunum á heimasíðuni hjá ISIS eru so óhugnaligar, at fleiri av tíðindastovunum aftra seg við at kunngera tær. Á [...] men ISIS skrivar á heimasíðu síni, at teir hava avrættað fleiri hundrað irakskar stjórnarhermenn. Sagt verður, at hermenninir eru tiknir av døgum sum hevnd fyri, at ein ISIL-leiðari, Abdul-Rahman al-Beilawy
hitti bóndan - Vit fara at vitja nakrar av hinum oyggjunum komandi dagarnar. Millum annað fara vit til Suðuroy mikudagin, og vit vóna eisini at vitja Gjógv og Mykines. Eg gleði meg at síggja nøkur av hesum [...] oyggjarnar, fyri at síggj hábærsligu náttúruna vestanfyri. - Eg eri sera áhugað í list, og tað er ein av orsøkunum til, at eg eri í Føroyum hesar dagarnar, segði Sonja, drotning, tó uttan at vilja siga meiri [...] vóni, at Føroya Landsstýri á onkran hátt megnar at varðveita múrin og fær lagt tak omanyvir bygningin, kanska sum vit hava gjørt við dómkirkjuleivdirnar í Hamar í Noregi, segði Sonja, drotning, at enda
royna at fóta sær av nýggjum, eftir at liðið í fjør var partur av samstarvi við Tjaldri og tá var liðið, ið tapti slagið um at koma í FM-finalurnar ímóti Neistanum. Lítil man tó vera at ivast í, at VÍF eisini [...] partur av teimum, men megnaði enntá at noyða Neistan út í tríggjar finalur, tí tað eydnaðist at vinna ta næstu. Tað vísti styrki, og henda sama styrki sá eisini út til at vera við frá byrjan hjá teimum grønu [...] allíkavæl munaði tað samanlagt so væl, at Kyndil var á odda við fýra málum í steðginum og tilsamans vann dystin við seks málum. Sostatt hevur Kyndil longu nú víst í verki, at ein FM-finalusessur er og verður