Tá FM-finalurnar blivu spældar í vár, var Kyndil ikki bara partur av teimum, men megnaði enntá at noyða Neistan út í tríggjar finalur, tí tað eydnaðist at vinna ta næstu. Tað vísti styrki, og henda sama styrki sá eisini út til at vera við frá byrjan hjá teimum grønu, tá tær í gjár tóku ímóti VÍF-kvinnunum.
VÍF, sum millum annað hevur styrkt seg við Duritu Christophersen og Duritu Ljósstein, ið tó ikki kom á vøllin í gjár, fekk ongantíð ordiliga lúrt verjuspælið hjá Kyndli av, og kom bólturin innum, var nýggi Kyndils-málverjin, Kristina Griksaite, sum í fjør spældi við Neistanum, ein sera tryggur aftasti skansi.
Kyndil hevði ikki sama effektivitet í álopsspælinum sum í verjuni, men allíkavæl munaði tað samanlagt so væl, at Kyndil var á odda við fýra málum í steðginum og tilsamans vann dystin við seks málum. Sostatt hevur Kyndil longu nú víst í verki, at ein FM-finalusessur er og verður málið í vetur eisini.
Hinvegin skal VÍF royna at fóta sær av nýggjum, eftir at liðið í fjør var partur av samstarvi við Tjaldri og tá var liðið, ið tapti slagið um at koma í FM-finalurnar ímóti Neistanum. Lítil man tó vera at ivast í, at VÍF eisini fer at síggjast aftur í myndini av kappingarárinum, tí á liðnum er ov nógvur kvalitetur til, at tað ikki skal kunna hepnast.