Søgan situr í veggunum

Drotning Sonja gleðir seg at síggja vøkru náttúruna og at vitja føroysk listafólk

In.fo fekk orðið á drotningina eftir døgurðan og dansin í roykstovuni.

 

- Her er ómetaliga áhugavert at vitja, sigur Sonja, drotning. Tað er sum at søgan situr í veggunum. Hesi gomlu húsini, kirkjan og múrurin hava stórt søguligt virði. Og so er tað eisini norsk kongssøga, sigur Sonja drotning, eftir at Jóannes Patursson, bóndi, hevur víst henni runt í Kirkjubø.

 

Leygardagurin er einasti almenni vitjunardagurin hjá drotningini, men hon verður verandi í Føroyum til hósdagin.

 

Les eisini Tá drotningin hitti bóndan

 

- Vit fara at vitja nakrar av hinum oyggjunum komandi dagarnar. Millum annað fara vit til Suðuroy mikudagin, og vit vóna eisini at vitja Gjógv og Mykines. Eg gleði meg at síggja nøkur av hesum støðunum, sum eg einans kenni frá myndum.

 

Kongaskipið Noreg siglir til Suðuroy mikudagin, og sambært skiparanum liggur leiðin eisini vestur um oyggjarnar, fyri at síggj hábærsligu náttúruna vestanfyri.

 

- Eg eri sera áhugað í list, og tað er ein av orsøkunum til, at eg eri í Føroyum hesar dagarnar, segði Sonja, drotning, tó uttan at vilja siga meiri um, hvat tað merkir. 

 

- Eg vóni, at Føroya Landsstýri á onkran hátt megnar at varðveita múrin og fær lagt tak omanyvir bygningin, kanska sum vit hava gjørt við dómkirkjuleivdirnar í Hamar í Noregi, segði Sonja, drotning, at enda.

 

Les eisini Sonja drotning væl móttikin á Bursatanga