Skuldsetingin er ikki heilt rættvís

Vit hava tikið stór tøk, heldur Rósa Samuelsen

Tað er ikki heilt rættvíst, tá ið Sambandsflokkurin verður skuldsettur fyri at hava mist tann sosiala profilin burtur.

Tað heldur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, og fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum

 

Á fundinum í Eysturoy nú eitt kvøldið, har nettupp sosiali profilurin hjá Sambandsflokkurin var til umrøðu, helt hon, at flokkurin eigur avgjørt at tola atfinningar.

 

Men hon heldur samstundis, at hendan samgongan hevur avrikað nógv á sosiala økinum. Og fyri at undirbyggja tað, reksaði hon ein langan avrikslista upp yvir tey tiltøk eru sett í verk.

Men fyri at taka samanum, segði hon , at hesi seks árini, samgongan hevur sitið, eru játtaninrnar til almannamál, heilsumál og mentamála hækkaðar 382 milliónir - og tá Heilsutrygd ikki við.

Í 2008 vóru hesi økið 72 prosent av fíggjarlógini, og tá eru íløgur í nýggjar bygningar og tól, ikki tald við.

Í ár fara heili 80,8 prosent av fíggjarlógini til mentan, almannamál og heilsumál.

- So tað kann ikki sigast annað enn at samgongan hevur lagt stóran dent á hesi økini, sigur Rósa Samuelsen.

 

Tí heldur hon eisini, at tað er ikki heilt rættvíst, tá ið sambandsflokkurin verður skuldsettur fyri at hava mist sosiala profilin burtur.

 

Hon sigur, at tey trý árini, hon sjálv var landsstýriskvinna í kreppuárunum, var neyðugt at halda aftur og tey árini spardi hon 60 milliónir, bara á almannaøkinum, men hesi seinastu árini eru ikki nøkur serlig inntriv gjørd.