Nólsoyarferjan enn á skránni

Tað er partur av langtíðarløguætlanini hjá landinum at endurnýggja skipaflotan hjá Strandfaraskipum Landsins.

Tað er partur av langtíðarløguætlanini hjá landinum at endurnýggja skipaflotan hjá Strandfaraskipum Landsins.

 

Í 2010 varð Másin lagdur og seldur, og Ternan varð, eftir at neyðugar tillagingar vórðu gjørdar, sett at røkja Nólsoyarleiðina, og Ritan varð umbygd og sett at røkja Svínoyar-/Fugloyarleiðina.

 

Hóast hetta, verður neyðugt so við og við at endurnýggja flotan, av tí at flestu ferðafólkaferjurnar eru gamlar.

 

Í 2013 var ferja keypt til Skúvoyarleiðina, og hendan kom í sigling í september 2014, gamli Sildberin er seldur. Súlan hevur ikki longur loyvi at sigla við ferðafólki og hevur tí bert verið nýtt til at sigla við farmi, og eftir at nýggi Sildberin er komin í sigling, kemur hann at røkja farmaflutnin. Súlan verður tí sett til sølu.

 

Arbeiðið at fyrireika og prosjektera nýggju Nólsoyarferjuna heldur fram. Eftir løgtingslóg nr. 16 frá 11. mars 2013 um at byggja nýggja Nólsoyarferju, kunnu byggiútreiðslurnar í mesta lagi verða 50,0 milliónir krónur. Eftir ætlan verður farið undir sjálva byggingina í 2015, og eru 21,8 mió. kr. settar av til endamálið í 2015.

 

Harumframt eru 1,9 milliónir krónur játtaðar til umvælingar av smærru skipunum, 1,2 milliónir krónur til Ternuna sum røkir Nólsoyarleiðina, 4,5 milliónir krónur til Smyril, 1,2 milliónir krónur til Sam. Umframt hetta eru 1,5 milliónir krónur settar av til keyp av størri tólbúnaði.

 

Samlaða løgujáttanin er 32 mió. kr. í 2015.