Hava nú funnið beinagrindina við Ljósá

Tað er óvist um hon verður tikin upp í kvøld ella í ímorgin

Fyri eini løtu síðani eydnast froskmonnum at finna beinagrindini á botni út fyri Ljósá, sum leitað hevur verið eftir í gjár og í dag.

Tað var í gjár, at ein frítíðarkavari svam seg fram á eina beinagrind á 20 metra dýpi, einar 100 metrar úr landi.

Hann tók skøltin við á land og boðaði so løgregluni frá.

 

Les eisini: Kavari funnið eina beinagrind við Ljósá

 

Farið varð at leita, men leitingin í gjár mátti halda uppat, tí líkindini vóru ikki  til at halda fram.

Í morgun var leitingin tikin upp aftur og nú er beinagrindin funnið.

 

Fólk á staðnum siga, at nú eru løgregla og froskmenn farnir á staðið at taka myndir av beinagrindini og so skal støða takast til, hvussu hon kann fáast upp so heil sum gjørligt.

 

Les eisini: Góðar vónir um at finna beinagrindina aftur

 

Tað er óvist um beinangrindin verður tikin upp í kvøld ella í morgin, tí løgreglan sigur, at  nú teir hava funnið hana, er eingin beinleiðis skundur at bjarga henni í land, tí tað er eisini neyðugt at fara fram við varsemi, fyri ikki at oyðileggja møgulig spor.

 

Tá ið beinagrindin er bjargað, verðru farið undir arbeiðið at eyðmerkja hana.

Í hesum sambandi verður kannað eftir, hvørji fólk eru saknað og so verður arbeitt út frá tí, segði løgreglan við in.fo fyrr í dag.