FIFA hevur í tveimum umførum staðfest, hvør revsingin til Luis Suarez skal hava, eftir at hann beit italska Giorgio Chiellini í økslina, tá Uruguay og Italia spældu seinasta dystin í bólkaspælinum í HM-kappingini. Hetta var triða ferðin, at Suarez er revsaður fyri at bíta mótleikara, og ivaleyst hevur hetta eisini spælt inn, tá revsingin varð ásett.
FSF-forsetin, Christian Andreasen, og hinir limirnir í kærunevndini hjá FIFA vildu ikki ganga ynskinum um linari revsing á møti, og tí er talan framvegis um leikbann í níggju landsdystir, umframt at Suarez ikki kann so mikið sum fara á stadion at hyggja at fótbólti næstu fýra mánaðirnar. Og heldur ikki sleppur hann at venja við nøkrum felagi hesa tíðina.
Tað tykist, sum er tað serliga seinni parturin av revsingini, sum hevur fingið ilt í Suarez og sakførara hansara Alejandro Balbi.
Balbi sigur í øllum førum tíðindastovuna, AP, at hann og Suarez ætla sær allan vegin til altjóða ítróttadómstólin, tí teir meta revsingina sum sera órættvísa.
- Hetta er einaræði og fascisma. Rætturin hjá einum spælara at arbeiða, verður vanvirdur. Níggju dystir haldi eg vera í meira lagi. Men vit tosa eisini um, at ein spælari als ikki sleppur at hyggja at einum dysti og tíansheldur venja, og tá tosa vit veruliga um óunnilig ting, sigur Balbi, sambært AP-tíðindastovuni.