øll um at virka fyri, at tingarbeiðið gjørdist meira støðugt, og at so nógv uppskot ikki vóru løgd fyri tingið í síðstu løtu. Men hetta hevur so at siga onga ávirkan havt. Kári P. Højgaard heldur, at hetta [...] flokkarnir hava trupuleikar at fylgja við, so tað sigur seg sjálvt, at tað er øgiliga strævið hjá mær, sigur Kári P. Højgaard. ? Men vandin við øllum hesum uppskotunum er ikki, at tingmenn skulu arbeiða yvir [...] halda fram, og vit mugu tryggja okkum, at tað verður meira støðugt arbeiði í løgtinginum, og at uppskot verða løgd fram alt tingárið. Vit høvdu til dømis lítið og einki at gera í januar og februar mánaði, men
segði, at hann hevði fingið boð um ikki at trýsta ella fara framum liðfelagan Alonso. Sambært reglunum hjá FIA, er tað ikki loyvt at brúka sonevnd ólóglig liðboð, har ein av koyranum fær boð um ikki at fara [...] bilarnar, og har var ikki mett at nakað galið var farið fram. Í grundgevingini skrivar FIA m.a.: “Tað ein vanlig mannagongd hjá einum liði, at biðja koyrarar sínar, um at koyra spakuligari, tá tey eru nóg [...] avbjóðandi lið, hetta fyri at minka um vandan fyri tøkniligum ella øðrum trupulleikum. Tað er somuleiðis vanlig mannagongd og sum heild skilagott, at biðja koyrarnar hjá liðnum um ikki at vera til vanda fyri
Argumentini, at tað gongur so væl í føroyska fíggjarheiminum, halda ikki. Gamaní hevur vøksturin okkurt einstakt ár verið uppi á 9%, men einki bendir á, at tað er nakað, ið fer at halda komandi fýra árini [...] fyri, at Finansforbundet krevur so nógv meiri í lønarvøkstri enn YFF. - Tað kann væl vera, at vøksturin í føroyska fíggjarheiminum okkurt árið hevur ligið um 9%, men tað er einki, sum bendir á, at vit fara [...] fara at síggja líknandi vøkstur komandi fýra árini, og tí ber ikki til at nýta hetta sum grundarlag fyri lønarkrøvunum, sigur Marner Jacobsen. So tað stutta av tí langa er, at samráðingarleiðarin fyri
hava onkutíð tosað um at fáa okkum eina sms-tænastu. Men henda tænastan krevur, at ferðafólkini hava teknað seg til eina ávísa leið. - Og tað krevur so eisini, at vit hava starvsfólk at umsita eina slíka skipan [...] súður í innsiglingini, og førdi hetta við sær at Teistin kom at liggja heldur tvørt fyri. Skipið fekk eina buglu av harða stoytinum, eins og tvær rivur vóru at síggja. Skipið fekk eina fyribils umvæling í [...] sluni. Í hesum føri hevur Strandferðsluna ta siðvenju, at roynt verður at veita teimum ferðandi ta best møguligu kunningina. Her verður roynt at brúka miðlarnar, og annars heimasíðuna hjá stovninum ella
eitt at siga, brúki orkuna upp á at skapa verk í staðin fyri at pilka hvønn annan niður. Sjálvur fari eg ikki á val, um einki skilagott fólk er at velja. Fari ikki at lesa, um einki skilagott er at lesa [...] eitt endamál, at verja seg og sín flokk, sína samgongu. Hetta verður gjørt við at gera seg persónliga inn á, ja, persónar Kári P. nevnir í “meirilutin ræður” at: “men gerast fólk klók av at fylkjast í flokk [...] Eg haldi, at fólkakæra skaldið hevur fatur í nøkrum røttum her. Flest øll kenna klók fólk, akademikarar, ið ikki hava hug at luttaka í politikki, støðið er alt ov vánaligt. Áh ja, herligt at hyggja í
meiri fer at stríðast enn at spæla. Oddbjørn Joensen vil altíð hava sínar spælarar at spæla í staðin fyri at sparka. Og leikarahópurin leggur upp til, at AB fer at dúva upp á verjukenda útgangsstøðu við [...] kvittanum. Hvussu langt tað fer at bera, fer bara tíðin at vísa. Eftir steypasigurin á B36 er lagið gott, men tað verður samstundis undirstrikað, at tað er alneyðugt at fokus bara er á næstu uppgávuni [...] verður takið hjá AB fyrst og fremst at skava so frægt av stigum saman, at tað eisini í 2008 verður Formula fótbóltur á Argjum. Eldsálin fram um allar aðrar fyri at fáa AB millum tey fremstu var Tórálvur
sigur, at teir eru sera fegnir um at hava fingið hesi bæði loyvini á Atlantsmótinum. Hann sigur, at tað er altíð hugaligt at kunna arbeiða saman við einum so seriøsum oljufelag sum Chevron. At teir so [...] felagnum fegnast um, at tað hevur eydnast at menna tøkniliga partin av stabinum, soleiðis at felagið umframt at selja og keypa loyvi eisini sjálvt setir út í kortið og er við til at bora brunnar. Eitt dømi [...] øki. Tað kemur rættiliga óvart á leiðsluna í felagnum, at tað skuldi ganga so væl í hond, slag í slag, fyrst í Noregi og nú í Bretlandi at fáa loyvi at leita eftir olju og gassi. Felagið, sum hevur dótturfeløg
afturat, at hann vil síggja tann politikara, ið torir at taka lívið av visjónsarbeiðinum, tí ongin rættsiktaður politikari fer at skjóta góðar ætlanir í senk, sigur hann. Vit fara ikki her at taka dagar [...] Løgmaður sigur harafturímóti við blaðið, at tað er nøktandi, at 31 prosent kenna seg sum ein part av visjónini, og at 42 prosent hava kjakast um hana. Løgmaður kallar Visjón 2015 ein samfelagsmanual til [...] allari umsitngini? Tað eru tey, ið halda, at aðalstjórar og løgmannstjóri í roynd og veru hava størri vald enn landsstýrismenn og løgmaður. Er tað veruliga so, at tað eru embætisfólkini, ið seta út í kortið
Deyðarevsing er endalig og tí ber ikki til at rætta eitt møguligt mistak undir rættarviðgerðini. Her kundu vit lagt afturat, at tað fer eftir ferð kemur í ljósmála, at mistøk verða gjørd, og skeivi persónur [...] verður tikin av døgum. Hartil kemur, at deyðarevsing virkar forráðandi á tey, ið fremja hesa revsing og á samfelagið alt. Síðst men ikki minst er at hava í huga, at tey lond, ið nýta hesa revsing, hava [...] ikki til at hugsa í einum humanum demokratiskum rættarsamfelag. Antin er ein fyri deyðarevsing ella er ein ímóti. Er ein ímóti hesi ræðuligu revsing ber ikki til at gerast selektivur og siga, at her er talan
boðað frá, at ætlanin er at royna ymsar skipanir umborð í skipunum í desember. Tað tekur helst eina tíð at royna tær, so tað er í øllum førum greitt, at tað verður ikki hesumegin ársskiftið, at nýggi Smyril [...] liðgur. Men tað er heilt greitt, at tað verður ikki í ár. Tað hevur elvt til stórar trupulleikar, at ES fyrr í ár álegði IZAR skipasmiðju-samtakinum, sum smíðar nýggja Smyril, at betala spanska landskassanum [...] fleiri skipasmiðjur og tað hevur ligið í kortunum, at nakrar av skipasmiðjunum hjá samtakinum, skulu latast aftur. Tað hevur eisini ligið í kortunum, at skipasmiðjan í San Fernando, har Smyril verður smíðaður