Tað eru nýggjar tíðir á Argjum. AB er partur av Formula deildini, og harvið er møguleiki fyri, at argjamenn kunnu flyta seg burtur úr skugganum av stóru feløgunum í Gundadali. At møguleiki er fyri tí var sjón fyri søgn, tá ið AB í 2. umfari í steypakappingini á útivølli setti B36 so dyggiliga upp á pláss.
Hóast steypasigurin á B36 so verður takið hjá AB fyrst og fremst at skava so frægt av stigum saman, at tað eisini í 2008 verður Formula fótbóltur á Argjum.
Eldsálin fram um allar aðrar fyri at fáa AB millum tey fremstu var Tórálvur Stenberg. Tað er stórur saknur í formanninum, sum doyði stutt eftir, at AB hevði tryggjað sær uppflyting. Rúni Nolsøe var spælandi venjari, og Allan Mørkøre var liðformaður og toppskjútti. Teir eru báðir fluttir í onnur feløg. Men kortini hava teir gott mót á Argjum, og teir halda seg hava orsøk til tað.
Oddbjørn Joensen er nýggjur venjari, og hann hevur tólv nýggjar spælarar millum teirra, sum stríðast um pláss á besta liðnum.
Summir hava royndir
Hjá nýggjum felag í fremstu røð hava spælarar við royndum avgerandi týdning. AB eigur fleiri spælarar, sum hava spælt nógv í Formula deildini. Súni Fríði Barbá hevur spælt í fremstu røð í fimtan ár, og hesi árini hevur hann verið ein tann stinnasti málskjúttin av øllum. Aðrir við Formula royndum eru nýggi liðformaðurin og miðvallarstríðsmaðurin Jákup Martin Joensen, verjuspælarin Fróði Clementsen, framrættaði Bjarni Jørgensen, málverjin Magnus E. Poulsen og Bogi Hermansen og Hendrik Rubeksen, sum báðir eisini hava snoddað til bestu deildina.
Tá ið nógvir eru nýggir í felagnum, og tá ið avbjóðingin er størri, enn hon nakrantíð áður hevur verið, so ræður um at vera tilvitaður um, hvør setningurin er, og hvussu hann skal røkkast. Málið er at sleppa undan niðurflytingarplássunum. Tað er neyðugt við rætta hugburðinum, men tað er ikki sannlíkt, at AB meiri fer at stríðast enn at spæla. Oddbjørn Joensen vil altíð hava sínar spælarar at spæla í staðin fyri at sparka. Og leikarahópurin leggur upp til, at AB fer at dúva upp á verjukenda útgangsstøðu við møguleikanum fyri snarálopum í kvittanum.
Hvussu langt tað fer at bera, fer bara tíðin at vísa. Eftir steypasigurin á B36 er lagið gott, men tað verður samstundis undirstrikað, at tað er alneyðugt at fokus bara er á næstu uppgávuni, sum er á skránni. Í fótbóltinum er alt nýtt og avbjóðingin stór á Argjum.
Myndatekstur:
AB skal í ár fyri fyrstu ferð nakrantíð spæla í bestu mansdeildini í fótbólti