Tórir Mikkelsen
Thormikkelsen@hotmail.com
Ungdómurin, vit, fáa tað skotsmál, at vit ikki eru nóg engasjerað í føroyskum samfelagsspurningum. Tit spyrja: “Hvar er nýggja ættarliðið, ið skal yvirtaka, tá ið hasir gomlu stabbarnir, politikararnir, skulu skiftast út?
Svarið er einfalt, politikkur í Føroyum er á ov vánaligum støði. Hví skal eg vevja meg upp í politiskt klandur, runubløk og vánaligan retorikk?
Ein politikkur, ið bert hevur eitt endamál, at verja seg og sín flokk, sína samgongu. Hetta verður gjørt við at gera seg persónliga inn á, ja, persónar
Kári P. nevnir í “meirilutin ræður” at: “men gerast fólk klók av at fylkjast í flokk, tí vóru vit bæði vísmenn um vit vóru nokk?”
Eg haldi, at fólkakæra skaldið hevur fatur í nøkrum røttum her.
Flest øll kenna klók fólk, akademikarar, ið ikki hava hug at luttaka í politikki, støðið er alt ov vánaligt.
Áh ja, herligt at hyggja í tingvarpið og síggja hesi “fólkavaldu”. “Fólkavald”, ið flenna so hjartaliga, hvørja ferð Tobbi sigur eitthvørt skemtingarsamg, meðan ein óður løgtingsmaður ringlar so óført við klokkuni í royndini at fáa frið í lag. Sammetast kann lættliga við ein høsnagarð, har hanin, Brekkumaðurin, gongur og skroggar, meðan restin, hønurnar ganga og leita eftir maðkum í deiligu moldini. Munurin er bert, at hesar “hønur” fáa 35.000. DKK. Fyri hetta bragdið.
Bløðini eru ikki eitt hakk betur. Tá ið eg lesi lesarabrøv hyggi eg altíð aftast í brævinum, fyri at kanna tekstin fyri bíbliu sitatir. Júst sum forrit kanna teldupostar fyri “junk-mails”.
Um viðmerkingarnar ikki snúgva seg um eitthvørt tápuligt og agg gamalt teologiskt, snýr tað seg um stríð millum Kim K. og Ólavur í beiti, Carli og restin av sokallaðu “post modernaðu” rithøvundunum. Her havi eg bara eitt at siga, brúki orkuna upp á at skapa verk í staðin fyri at pilka hvønn annan niður.
Sjálvur fari eg ikki á val, um einki skilagott fólk er at velja. Fari ikki at lesa, um einki skilagott er at lesa.
Ein kann peika á valskipanina, sum ein stóra forðing fyri einum hægri støði á tingi. Øll kenna vit klandrið, tá ið løgtingsmenn, valdir á teimum smáu plássunum, royna at kradda til sín.
Einaferð bleiv í Danmark bygdur ein 50 kilometur langur motorvegur í Norðurjútlandi. Hetta komst av, at politikarin seldi atkvøðu sína fyri hægstbjóðandi, tá ið ein samgongu skuldi fáast í lag. Hesin motorvegur er eitt dømi um, hvussu galið tað kann ganga.
P.S
Stillar Hin Stuttligi Flokkurin upp aftur næsta val?










