Nýggi Smyril
Tað er framvegis ógvuliga óvist, nær nýggi Smyril verður liðgur.
Men tað er heilt greitt, at tað verður ikki í ár.
Tað hevur elvt til stórar trupulleikar, at ES fyrr í ár álegði IZAR skipasmiðju-samtakinum, sum smíðar nýggja Smyril, at betala spanska landskassanum ovurhonds stórar upphæddir aftur, sum IZAR hevði fingið í ólógligum stuðuli.
Hetta hevur ført til stórar rembingar og ongin avgerð er tikin um, hvat skal henda.
Men IZAR samtakið eigur fleiri skipasmiðjur og tað hevur ligið í kortunum, at nakrar av skipasmiðjunum hjá samtakinum, skulu latast aftur.
Tað hevur eisini ligið í kortunum, at skipasmiðjan í San Fernando, har Smyril verður smíðaður, skal lata aftur.
Og hetta hevur fingið arbeiðsfólkið at ressast við og at seta tiltøk í verk.
Sostatt varð arbeiðið upp á nýggja Smyril niðurlagt herfyri og ongin er so mikið sum sloppin inn á Skipasmiðjuna, heldur ikki tey, sum skuu hava eftirlit við byggingini av nýggja Smyrli, tí blokadur hava verið settar í verk.
Men hósdagin sluppu umboðini hjá Strandfeðsluni inn aftur á Skipasmiðjuni.
Mikukvøldið varð fundur á Skipasmiðjuni og tað førdi við sær, at arbeið varð tikið upp aftur klokkan átta í gjáramorgunin.
Arbeiðsfólkið skuldi aftur møta til arbeiðis mánadagin.
Men longu týsdagin er aftur boðað frá aðalverkfalli á skipasmiðjuni og mikudagin verður eisini skipað fyri tiltøkum.
Sáttmálin verður hildin
Sostatt er tað ongin, sum hevur greiði á, hvussu verður við nýggja Smyrli.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur kortini, at sáttmálin um nýggja Smyril er ikki við hesa ávísu skipasmiðjuna, men við IZAR samtakið sum heild.
Og IZAR hevur váttað fyri Strandferðsluni, at sáttmálin verður hildin.
Samsundis varð avtalað, at nýggi Smyril skuldi vera liðugur 31. oktober.
Verður hann seinkaður meiri enn enn ein mánað, kemur IZAR undir dagbøtur, sum eru 100.000 krónur um dagin í fyrstuni. Men meiri hann verður seinkaður, størri verða bøturnar
? Hetta er avgjørt nakað, sum leggur hart trýst á leiðsluna í IZAR, sigur Kristian Davidsen.
Enn er tað tó ikki komið hartil, at støða er tikin til, antin smyril skal sleipast onkra aðrastðni at verða gjørdur liðugur.
Sostatt er tað enn ikki greitt, hvussu nógv, nýggi Smyril verður seinkaður.
Kortini hevur skipasmiðjan boðað frá, at ætlanin er at royna ymsar skipanir umborð í skipunum í desember.
Tað tekur helst eina tíð at royna tær, so tað er í øllum førum greitt, at tað verður ikki hesumegin ársskiftið, at nýggi Smyril verður liðugur.
Men alt hetta veldst sjálvandi um, nær arbeiðið verður tikið uppaftur, so at viðurskiftini fáast í rættlag, sigur Kristian Davidsen.










