Formil 1
Eftir sigurin hjá McLaren Mercedes bilunum í formil 1 koyringini í Monako sunnudagin, var ungi bretin Lewis Hamilton, ið endaði á øðrum plássi eitt sindur óheppin í sínum orðingum. Hann segði, at hann hevði fingið boð um ikki at trýsta ella fara framum liðfelagan Alonso. Sambært reglunum hjá FIA, er tað ikki loyvt at brúka sonevnd ólóglig liðboð, har ein av koyranum fær boð um ikki at fara framum hin. Motorítróttarfelagið FIA kannaði tí atburðin hjá felagnum.
Í Monako er nærum ómøguligt at fara framvið bilum, og yvirhálingarnar kundu teljast á einari hond hendan dagin, tí hevði ein nærdystur millum teir báðar í McLaren væl kunna enda við, at báðir bilarnir fóru í sor.
Vanlig mannagongd
FIA hevur kannað radiosamskiftið millum McLaren pittin og bilarnar, og har var ikki mett at nakað galið var farið fram. Í grundgevingini skrivar FIA m.a.:
“Tað ein vanlig mannagongd hjá einum liði, at biðja koyrarar sínar, um at koyra spakuligari, tá tey eru nóg langt frammanfyri avbjóðandi lið, hetta fyri at minka um vandan fyri tøkniligum ella øðrum trupulleikum. Tað er somuleiðis vanlig mannagongd og sum heild skilagott, at biðja koyrarnar hjá liðnum um ikki at vera til vanda fyri hvør annan.”.
Stjórin í Formil 1 Bernie Ecclestone segði annars í gjár við Reuters, at McLaren liðið kundi fáa eina metstóra bót ella enntá verða koyrt úr kappingini, um liðið hevði brotið reglurnar sunnudagin. Men hetta hava tey ikki í McLaren, og tí var tosið um revsingina ivaleyst mest við fyribyrgjandi atlitum í huga.
Schumacher reglugerð
Reglugerðin um liðboð varð broytt, tá Ferrari fyri nøkrum árum síðan góvu Rubens Barrichello boð um at lata Michael Schumacher koma framvið honum og fáa sigurin. Henda hending østi nógv fólk, og hóast reglugerðin ikki var heilt greið tá, so fekk Ferrari eina millión $ í bót.
Men sambært Formil 1 stjóranum Ecclestone er ein líknandi bót í dag, sera væl sloppið.
- Tey kunnu verða koyrd burturúr kappingini um heimsmeistaraheitið, ella kunnu stig verða tikin frá liðnum. Ein bót til eitt ríkt lið hevði ikki havt somu ávirkan, sum at taka stig frá liðnum, segði Ecclestone við Reuters.
Hann vísti á, at um man velur at geva bót, so kundi henda verið met stór. Størstu bótina higartil, fingu Turkisku formil 1 fyriskipararnir í fjør, hon var áljóðandi 5 milliónir $.
Ecclestone vísir tó á, at revsingin ikki eigur at raka føraran, men liðið. Tí førarin ger bara eftir boðunum.










