Oddagrein· Visjón á vegamóti

Løgmaður kann ikki vera nøgdur við, at 31 prosent føroyingum kenna seg sum ein part av Visjón 2015, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur. Við hesum heldur hann so, at 31 prosent er ov lítil undirtøka. Jógvan Mørkøre hevur staðið fyri meiningakanning hjá Fynd, ið Sosialurin læt prenta um vikuskiftið. Hon vísir, at bert ein triðingur av føroyingum kennir seg sum ein part av visjónini. Hann kallar visjónina miseydnaða, og sigur m.a., at áður vóru politikarar politiskir hugsjónarmenn og gingu á odda, men nú verður hetta latið upp í hendurnar á embætisfólki. Á hendan hátt verður hin einstaka hugsjónin burtur og frástøðan til fólkið økist, sigur Jógvan Mørkøre. Hann heldur fram, at vit við hesum fáa vit eitt teknokrati. Hugsjónirnar, ið áttu at verið grundarlagið undir stevnumiðjum flokkanna, verður til eina illusjón um, at øll vilja ganga somu leið, og tað er ósunt, heldur samfelagsfrøðingurin. Hetta er ein sera álvarsom atfinning, og hon líkist nógv teimum atfinningum, ið andstøðan er komin við.

Løgmaður sigur harafturímóti við blaðið, at tað er nøktandi, at 31 prosent kenna seg sum ein part av visjónini, og at 42 prosent hava kjakast um hana. Løgmaður kallar Visjón 2015 ein samfelagsmanual til ta politisku skipanina, ið skal verða brúkt í samgongusamráðingum framyvir. Hann leggur afturat, at hann vil síggja tann politikara, ið torir at taka lívið av visjónsarbeiðinum, tí ongin rættsiktaður politikari fer at skjóta góðar ætlanir í senk, sigur hann. Vit fara ikki her at taka dagar millum samfelagsfrøðingin og løgmann. Tó er greitt, at løgmaður og landsstýrið mugu fyrihalda seg til atfinningarnar. Eru vit ávegis til teknokrati? Hava vit verið á hesi kós líka síðan Normann Christensen endavendi allari umsitngini? Tað eru tey, ið halda, at aðalstjórar og løgmannstjóri í roynd og veru hava størri vald enn landsstýrismenn og løgmaður. Er tað veruliga so, at tað eru embætisfólkini, ið seta út í kortið og politikkararnir fylgja eftir? Hetta er so í stríð við grundleggjandi demokratisk principp og kann ikki góðtakast. Løgmaður, sum upprunaliga var sera atfinningarsamur mótvegis Norman Christensen, hevur her eina sera stóra ábyrgd.

Vit mugu eisini fýlast at tí viðgerð, sum landsstýrið hevur givið málinum í fjølmiðlunum. Miðlarnir eitt nú okkara blað hava tíverri fingið alv ov lítla tíð at tilrættaleggja kunningina um visjónina. Visjónstorgini eru sett á dagskránna dag frá degi, soleiðis at miðlarnir ikki í nóg stóran mun hava kunna tilrættalagt hetta nógv væl. Hetta er eisini nakað, sum landsstýrið átti og eigur at hugsa um. Tí nettupp kunningin er ein týðandi partur av visjónini, skal hon fáa fótafesti millum fólk.

So er tað sjálv Visjón 2015. Vit kenna ikki endaligu uppskotini enn, men eitt vita vit, og tað er, at ætlanin kostar. Vit hava longu fingið fyrsta nosið við øllum atfinningunum frá granskingarumhvørvinum. Hetta er tíverri sera einfalt: fylgja ikki nýggjar og størri játtanir við visjónini, so fara heldur ikki 31 prosent at taka undir við visjón landsstýrisins, tá ið avtornar, og so hevur samgongan ein stóran trupulleika til valið í januar 2008. Vit hava víst á henda trupulleika áður og gera tað so enn einaferð. Visjón 2015, ið ikki sæst aftur í figgjarlógini fyri 2007, má og skal síggjast á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008. Hendir hetta ikki, fer trúvirðið og so er stórur vandi fyri, at alt dettur á gólvið og tað vildi verið stórt spell. Eitt hugskot til landsstýrið kundi verið at gjørt uppskotið til fíggjarlógina 2008 liðugt í vár og kunngjørt hetta longu á Ólavsøku, so fólkið kundi vissa seg um, at hetta er eitt mál, sum samgongan tekur í størsta álvara.
Sosialurin