Eftir at Teistin bar við land í Skopun sunnukvøldið, varð øll siglingin avlýst hetta kvøldið.
Siglingin um Skopunarfjørð varð ikki tikin uppaftur fyrrenn eftir middag mánadagin.
Hetta førdi við sær, at fleiri fólk ikki sluppu av oynni ella til oynna, eins og tey høvdu ætlað.
Men strandferðslustjórin slær fast, at stovnurin hevur ikki ábyrgd av teimum í landi.
- Tey fáa heldur ikki endurgjald fyri mista inntøku, um tey ikki sluppu til arbeiðis sum ætlað, sigur Niels Juel. Hetta er greitt sagt frá í ferðaseðlaskipanini.
Av hesi somu orsøk hevur Strandferðslan heldur ongatíð útgoldið eitt slíkt endurgjald!
Undir ella yvir
Mong av teimum ferðandi, sum vóru við Teistanum hetta kvøldið fingu ein rættiligan skelk, tá skipið brádliga bar við land í innsiglingini í Skopun. Myrkt og vindur vóru hetta kvøldið, og gjørdi hetta sítt til at fólk óttaðust tað ringasta.
Okkurt av ferðafólkunum fekk snuddir og onkur bilur fekk skaða í brestinum, ið kom púrasta óvart á tey ferðandi.
Tað var somuleiðis súður í innsiglingini, og førdi hetta við sær at Teistin kom at liggja heldur tvørt fyri. Skipið fekk eina buglu av harða stoytinum, eins og tvær rivur vóru at síggja.
Skipið fekk eina fyribils umvæling í Skopun, áðrenn siglt var yvir á Gomlurætt, har tann størra umvælingin fór fram.
Fleiri fólk av Sandoy halda seg vita, at báturin lak sjógv inn, tí onnur rivan var undir vatnganginum.
Men strandferðslustjórin kundi mánadagin kortini upplýsa fyri Sosialinum, at báðar rivurnar vóru omanfyri vatngangin.
Reglugerð
Á Strandferðsluni hava tey eina serliga reglugerð, sum snýr seg um skaðar við Oyggjaleiðum.
Her verður sligið fast, at ferðafólk, motorakfør og viðføri verða flutt samsvarandi øllum reglum í sjólógini um ábyrgd og endurgjald.
Bilførarar hava millum annað skyldu at fylgja boðunum frá manningini, tá koyrt verður umborð og í land. Hendir okkurt óvæntað umborð, kunnu tey ferðandi bert rokna við endurgjaldi, um skaðin stendst av ósketni hjá manningini og ógvusligum veðri.
Sagt verður, at Strandferðslan hevur útgoldið endurgjald til bilførarar fyri skaða á akfør teirra.
- Hetta er alt gjørt í mun til skylduna, sigur stjórin.
Betri kunning
Fleiri ferðafólk ynskja sær eisini betri kunning um avlýsingar og seinkingar hjá skipunum og bussunum hjá Strandferðsluni.
Í hesum føri hevur Strandferðsluna ta siðvenju, at roynt verður at veita teimum ferðandi ta best møguligu kunningina.
Her verður roynt at brúka miðlarnar, og annars heimasíðuna hjá stovninum ella ljóstalvur, har tær finnast.
- Vit hava onkutíð tosað um at fáa okkum eina sms-tænastu. Men henda tænastan krevur, at ferðafólkini hava teknað seg til eina ávísa leið.
- Og tað krevur so eisini, at vit hava starvsfólk at umsita eina slíka skipan, sigur Niels Juel Arge.