møguleikar at útvega neyðturviliga gjaldførið, sum kann stimbra følnandi búskaparligt virksemi ella at gera tað øvugta. Søgan seinastu fimti árini hevur víst, at vit í Føroyum duga illa at stýra teimum [...] hinvegin tann, at virksemið í samfelagnum støðugt minkar, og arbeiðsloysið harvið økist, ja so eiga stimbrandi tiltøk at verða sett í verk. Sum kunnugt hava fíggingarstovnarnir lyndi til at halda aftur undir [...] nýtast til at geva fakfeløgunum ein lærupenga. Tað er væl skiljandi, at fakfeløgini hava sagt nei, tí tey hava upplivað hetta áður. Royndirnar av tí læruni vóru ikki góðar. Samgongan átti at kunna sagt
ar. Vit vildu raðfesta útbúgving, gransking, mentan og bleyt virði. Vit ávaraði ímóti at halda, at ráðini fóru at verða til nógvar, stórar og dýrar verkætlanir á íløgusíðuni. Eftir valið hildu vit okkum [...] og tað søta, uttan at krevja landsstýrisfólk ella nakað framíhjá til nøkur seráhugamál. Seinastu tíðina hava vit tíverri staðfest, at allir hinir fimm flokkarnir lata sær lynda, at vit samtykkja íløgur [...] millión – sama dag skjýtur fíggjarmálaráðharrin upp at lækka játtanina Norð um Fjall við 17,5 milliónum. Hetta merkir, at vit hava heimilað landsstýrismonnum at brúka ávíkavist 700 og 300 milliónir, men játta
ásannast, at í eini tíð, har tørvurin á hægri útbúgvingum er stórur úti sum heima, er tað hugstoytt, at einasta universitet okkara noyðist at skerja virksemið. Henda skerjing merkir sum kunnugt, at lesandi [...] eildin eigur ikki at verða niðurløgd, men eigur at halda fram við gransking og at taka lut í førleikamenningini av øllum økinum, serstakliga lærara- og pedagokøkinum. Lesandi eiga at verða tikin inn aftur [...] valt at raðfesta soleiðis, at Søgu- og samfelagsdeildin situr eftir við svartaperi. Hvør er veruliga orsøkin er til hesar raðfestingar? Løgtingið hevur við nýggju universitetslógini signalerað, at framyvir
rættast at gera? Tað fyrsta sum eigur at verða gjørt, er at taka avgerð um, at tað verður ikki meira privatiserað av felagnum. Harafturat so eigur møguleikin fyri at “avnotera” felagið á børsinum at verða [...] og trygt samferðslukervi er ein av høvuðstreytunum fyri, at tað ber til at liva og virka í og út frá hesum landinum. Vit eiga ikki at gloyma, at vit liva ikki mitt í verðini, men mitt í Atlantshavinum! [...] arbeitt í eini 14 ár fyri at fáa og útinna hendan rætt, áðrenn tað so loksins eydnaðist at stovna Atlantsflog í 1988. Felagið var amboðið, ið skuldi nýtast. Tað var ein dýrur umgangur at stovna felagið, men
samstundis, at hetta eru fullkomuliga neyðug stig, sum verða tikin. - Tað er sjálvandi ikki nøkur løtt avgerð hjá okkum at taka, tá fólk verða søgd úr sínum arbeiði, tí sjálvandi vita vit, at hetta rakar [...] tað er mín vón, at vit við hesum hava skorið somikið, at sparingar í framtíðini kunnu fremjast við náttúrligari frágongd og ikki uppsagnum, sigur Sofus Clementsen. Hann sigur víðari, at sparingarnar í hesum [...] breitt, og eru tað fólk á øllum deildum, sum í dag hava fingið at vita, at teirra framtíð ikki longur er á Postverkinum. Sofus Clementsen sigur, at tey ikki hava nakra beinleiðis krepputilbúgving. - Í dag er
tað stendur okkum frítt at ríma úr ríkinum. Synd er at siga, at hetta minnir um eina gíslatøku. Summi taka beinleiðis undir við galdandi skipan, meðan onnur í verki hava víst, at tey ikki hava gjørt allar [...] kunnu ikki gera við, at føroysk loysingarfólk ikki tora at loysa, av ótta fyri at missa teir ágóðar, sum henda »gíslatøkan« gevur teimum. Nei gíslar eru vit ikki, og tann sum heldur, at vit eru tað, kann [...] teirri sinnisstøðu, sum gíslar koma í, tá teir velja at elska sínar gíslatakrar. Við hesum vilja teir í 200 vísa á, at føroyingar eru gíslar hjá dønum, men at vit kortini elska henda ræðuliga »gíslatakaran«
verið torført at avlesa samgonguna. Men nú tykist klárna nakað. Fíggjarmálaráðharrin var meira klármæltur í gjár enn vanligt við tað, at hann gjørdi púra greitt, at tað verður neyðugt at fremja nøkur politisk [...] gevur seg av sær sjálvum, at við vaksandi arbeiðsloysi og minkandi búskaparligum virksemi, so minka almennu inntøkurnar. Ein fylgjan av hesum er, at fíggjarlógin gav hall í fjør, at hallið verður størri í [...] kunnugt, at stórir niðurskurðir mugu gerast á fíggjarlógini fyri 2010, ella merkir hetta, at skattir og avgjøld mugu hækkast. Tað gevast sjálvsagt aðrir útvegir, men hugflog og dirvi tykjast tróta at finna
seg, at heitari tað er í havinum kring okkum, oftari leggur grind beinini í Føroyum. Hinvegin er torført at fáa seinastu árini at passa inn í skipanina, men tað hevur helst okkurt at gera við, at høgg [...] hugsast, at vit eru á veg inn í ein aldudal nú, og næsti kamburin skuldi so komið um eini 50 ár. Eitt, ið kundi líkst einum kambi var í 1980’unum, men hann er torførur at greiða frá. - Tað vanliga er, at nógv [...] grind. Hinvegin roknar mann við, at grindin hevur livað av svartkjafti seinastu árini, og nú er spurningurin, hvat grindin hevur at veiða. Tað er í hvussu so er heilt víst, at grind ikki kemur til Føroyar
eftir øllum at døma ganga runt við einari so vandamiklari sjúku, uttan at vita av tí, og hann tekur málið í størsta álvara. Landsstýrismaðurin ætlar sær alt fyri eitt at taka stig til at lýsa málið nærri [...] seg á tvinnanda hátt: Hjá pinkubørnum við at kroppurin orkar ikki at standa ímóti infektiónum.Hjá vaksnum vísir sjúkan seg eisini við manglandi orku, sum ger, at hjartað veksur og verður ovbyrjað, so tey [...] sjúkan einføld at viðgera, so her er talan um mál, ið má verða tikið upp í heilsupolitiskum høpi. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur við blaðið, at hann er illa við av, at so nógvir føroyingar
av, áðrenn nýtt lag varð lagt. Komið varð sjálvandi eftir, at tað fór ikki at bera til. Vegurin fór stutt sagt ikki at halda. Tí varð valt at grava allan vegin upp og fylla grót undir aftur. Hetta arbeiðið [...] Og hesi asfaltløgini hava so at siga hildið vegnum saman. Nú er, sum skrivað stendur, einki petti skilagott at byggja uttan á fastan botn. Og tað fingu sandavágsfólk eisini at kenna. Sum ferðslan øktist [...] eisini at merkjast í grannalagnum, at undirlendið var ikki nóg trygt. Fóru stór og tung akfør eftir vegnum, risti og skalv alt í námind. Húsini góvu seg sum av jarðskjálvta, og tað hendi seg eisini, at flísar