Sandavágur: Í Sandavági hevur nógv verið gjørt við at fríðka um bygdina seinnu tíðina. Arbeiðið er komið væl ávegis.
Sandavágur varð í 1997 kosin best hildna bygd í Føroyum. Og síðan hevur nógv verið gjørt fyri at fríðka enn meira um bygdina.
Øll kloakkveitingin er savnað í eina stóra høvuðskloakk. Somuleiðis er vatnveitingin løgd av nýggjum.
Hetta krevur nógvan grevstur. Og tá liðugt er, skal alt leggjast aftur, sum rímiligt er. Sandavágs Kommuna hevur so valt at leggja flísar eftir gongubreytunum í parti av bygdini, eins og nýggj gøtuljós eru sett upp fram við vegnum.
Sum arbeiðinum líður, verður eisini komið hagar til, at vegurin skal asfalterast. Men her møtti ein óvæntað útreiðsla kommunukassanum.
Gamli vegurin heim gjøgnum bygdina vísti seg at vera lagdur beinleiðis niður á mold. Einki var grivið ella steinsett, tá hann varð lagdur av fyrstan tíð. Við tíðini eru fleiri løg av asfalti løgd oman á vegin so við og við. Og hesi asfaltløgini hava so at siga hildið vegnum saman.
Nú er, sum skrivað stendur, einki petti skilagott at byggja uttan á fastan botn. Og tað fingu sandavágsfólk eisini at kenna.
Sum ferðslan øktist og tyngdist fór eisini at merkjast í grannalagnum, at undirlendið var ikki nóg trygt. Fóru stór og tung akfør eftir vegnum, risti og skalv alt í námind. Húsini góvu seg sum av jarðskjálvta, og tað hendi seg eisini, at flísar og annað slíkt tilfar klovnaði.
Nú asfalterast skuldi av nýggjum, skuldi gamalt asfalt takast oman av, áðrenn nýtt lag varð lagt.
Komið varð sjálvandi eftir, at tað fór ikki at bera til. Vegurin fór stutt sagt ikki at halda. Tí varð valt at grava allan vegin upp og fylla grót undir aftur.
Hetta arbeiðið er ikki við í upprunaligu kostnaðarmetingini hjá kommununi. Hetta fer helst at kosta Sandavágs Kommunu einar 300.000,- krónur eyka, verður mett av kommunuskrivstovuni í Sandavági.
Men hildið varð neyðugt at gera hetta, sum nú verður gjørt. Arbeiðið gongur væl, verður sagt av kommunuskrivstovuni, og væntandi verður tað liðugt um einar fjúrtan dagar ella so.
Sandavágs Kommuna arbeiðir við eini útstykkingarætlan norðuri í Niðaru Sørpum, teir kalla. Tað er økið norðan fyri viðalundina oman móti ánni.
Pláss verður fyri 22 grundstykkjum í hesi útstykkingini. Sagt verður, at áhugi er fyri hesi útstykkingini, og at onkur hevur biðið um grundstykki, meðan fleiri hava spurt seg fyri.
Ætlanin er ikki rættiliga klár enn, tí eigaraviðurskiftini ikki eru komin heilt upp á pláss. Men loyvi er fingið frá landsmyndugleikunum til útstykkingina, verður sagt av skrivstovuni hjá Sandavágs Kommunu.










