Universitet okkara, Fróðskaparsetur Føroya, er í andróðri. Tey lesandi og vísindaliga starvsliðið koma við hvøssum atfinningum til politikkarar landsins. Tað má ásannast, at í eini tíð, har tørvurin á hægri útbúgvingum er stórur úti sum heima, er tað hugstoytt, at einasta universitet okkara noyðist at skerja virksemið. Henda skerjing merkir sum kunnugt, at lesandi ikki verða tikin inn á Søgu- og samfelagsdeildina komandi lestrarár. Okkurt kundi samstundis bent á, at deildin verður niðurløgd.
Vit skula gerast eitt vitanarsamfelag burturav og eiga tí at raðfesta gransking, nýmenning og hægri útbúgvingar. Her eru øll samd. Men altjóða fíggjarkeppan hevur endavent øllum, og politikkarar svara við at skera niður á fíggjarlógini. Hetta gongur út yvir alment virksemi, eisini útbúgving og gransking - spell, tí vit missa nakað niðurímillum, hvørja ferð vit fáa hesi nosini, og tað tekur sum kunnugt ár at vinna inn aftur tað mista.
Vreiði teirra lesandi vendir sær ikki óvæntað móti landsins stjórn, ið eftir teirra áskoðan játtar ov lítið. Tað er nú í hesum føri fíggjarnevndin, ið hevur tilevnað galdandi fíggjarlóg í endaligum formi, so tað er tann vegin ábreiðslurnar skulu vendast. Hinvegin er Setrið ein sjálvstøðugur almennur stovnur, hvørs leiðsla sjálv raðfestir virksemið innan fíggjarkarmarnar. Leiðslan hevur valt at raðfesta soleiðis, at Søgu- og samfelagsdeildin situr eftir við svartaperi. Hvør er veruliga orsøkin er til hesar raðfestingar? Løgtingið hevur við nýggju universitetslógini signalerað, at framyvir skal fyrilit vera fyri samfelagsligum raðfestingum. Hetta merkir, at leiðslan, um hon dugir at avlesa politisku signalini stýrir samsvarandi ella fellur fíggjarligi hamarin.
Sama leiðsla, sum nú lækkar virksemi á Søgu- og samfelagsdeildini niður á anaran, hevur sett fleiri nýggj akademisk størv innan onnur øki á lærustovninum. Kanska hevur leiðslan hugsað sum so, at nú er fyribils nóg mikið av mastarum í søgu og samfelagsfrøði – okkum tørvar aðrar útbúgvingar. Havast skal eisini í huga, at leiðslan nú eisini hevur ábyrgdina av útbúgvingini av fólkaskúlalærarum, pedagogum og sjúkrarøktarfrøðingum – alt øki, har tørvurin á uppstiging og førleikamenning er mestsum óavmarkaður. Er hetta orsøkin eru raðfestingarnar innanstovns sakligar, hóast tær pína. Eru aðrar orsøkir, eitt nú høgleikafyritlit t.d. ósett størv, orsøkin, hevur leiðslan ein trupulleika. Søgu- og samfelagsdeildin eigur ikki at verða niðurløgd, men eigur at halda fram við gransking og at taka lut í førleikamenningini av øllum økinum, serstakliga lærara- og pedagokøkinum. Lesandi eiga at verða tikin inn aftur í seinasta lagi 2010, tí uttan lesandi riggar gransking ikki í longdini. Og latið okkum so fáa eitt alment orðaskifti um samfelagsligar raðfestingar av gransking og hægri útbúgvingum og latið onkran uttanveltaðan taga dagar millum Setrið og fíggjarnevndina, so almenningurin fær sannleikan um hetta løgna mál.










