Renna fleiri ár aftaná

- Marknaðurin hjá okkum er nógv minkaður, og tað er ikki fyrr enn seinastu trý árini, at vit eru farin undir at umskipa virksemi. Og tí gerast inntrivini ógvusligari, enn tey annars vildu verið, sigur Sofus Clementsen, stjóri á Postverkinum, sum aftur í dag hevði tung boð at bera starvsfólkum sínum

Postverkið

 

Tey vóru 227 við árslok í 2006. Við árslok 2007 vóru tey 215, og við árslok í fjør vóru ársverkini á Postverki Føroya 192 í tali.

Í morgun varð boðað frá, at 22 ársverk afturat verða skorðin burtur. 32 fólk eru við hesum koyrd í arbeiðsloysi í eini rationalisering, sum síðani 2006 hevur skert starvsfólkahópin við góðum fjórðingi.

 

Ov seinir í gongd

Sofus Clementsen, stjóri á Postverkinum, harmast uppsagnirnar, men hann sigur samstundis, at hetta eru fullkomuliga neyðug stig, sum verða tikin.

- Tað er sjálvandi ikki nøkur løtt avgerð hjá okkum at taka, tá fólk verða søgd úr sínum arbeiði, tí sjálvandi vita vit, at hetta rakar heil húski.

- Men samstundis standa vit í einum veruleika, har vit eru tvingað at fremja tær umleggingar, sum skulu til, um vit skulu hava lønsemi í rakstrinum. Veruleikin er eisini, at Postverkið ikki varð umlagt fyrr enn í 2005, og tí vóru vit sum virki rættiliga langt afturúrsigld, tá umleggingarnar byrjaðu. Og tað hevur aftur borið við sær, at inntrivini hava verið so ógvuslig, tí vit eru noydd at renna skjótari um kapp við tíðina, enn vit annars skuldu gjørt, sigur Sofus Clementsen.

Tit hava minkað talið av ársverkum við einum fjórðingi seinasta hálva triðja árið. Er hetta seinasta spariumfarið?

- Tað vóni eg, at tað er. Men eg fái ikki veitt nakra vissu fyri tí. Vit liva jú einum marknaði, sum krevur støðugar tillagingar frá okkum, og tí kemur talið av ársverkum helst at minka í framtíðini eisini. Men tað er mín vón, at vit við hesum hava skorið somikið, at sparingar í framtíðini kunnu fremjast við náttúrligari frágongd og ikki uppsagnum, sigur Sofus Clementsen.

Hann sigur víðari, at sparingarnar í hesum umfarinum geva ein árliga minniútreiðslu upp á 7 mió kr., men at hetta talið tó ikki sæst aftur í 2009, tí talan í nógvum førum er um starvsfólk við hálvt ára uppsagnartíð.

 

Skorið um alt virkið

Talan er um skerjingar, sum raka stovnin breitt, og eru tað fólk á øllum deildum, sum í dag hava fingið at vita, at teirra framtíð ikki longur er á Postverkinum.

Sofus Clementsen sigur, at tey ikki hava nakra beinleiðis krepputilbúgving.

- Í dag er fundur við starvsfólkini, og Starvsmannafelagið er sjálvandi við í prosessini. Nakra beinleiðis tilbúgving hava vit ikki, men tað er púra klárt, at eru fólk, sum hava tørv á hjálp at koma aftur á arbeiðsmarknaðin, ella um teimum á annan hátt tørvar hjálp, vilja vit sjálvandi hyggja eftir hesum við vælvild, sigur Sofus Clementsen.