Neyðugt við gransking og kanningum

Oddagrein:

Í gjár høvdu vit eina søgu um sjúkuna CTD, ið er vanligari í Føroyum enn í øðrum londum. Víst varð á, at vísindaligar kanningar av CTD í Føroyum vísa, at ein av hvørjum 18 føroyingum, ella 5,5 prosent, eru berarar av sjúkuni, meðan ein av hvørjum 1.300 longu hava sjúkuna. Um teir kendu tilburðirnir verða drignir frá, merkir tað, at einir 30-40 føroyingar hava sjúkuna. Danskur professari og ílegugranskari á Ríkissjúkrahúsinum sigur, at við einum títtleika í Føroyum uppá ein av hvørjum 1.300, so verður eitt barn við CTD føtt hvørt ár – ella í minsta lagi annaðhvørt ár. Sjúkueyðkennini vísa seg á tvinnanda hátt: Hjá pinkubørnum við at kroppurin orkar ikki at standa ímóti infektiónum.Hjá vaksnum vísir sjúkan seg eisini við manglandi orku, sum ger, at hjartað veksur og verður ovbyrjað, so tey í veruleikanum eru hjarta-sjúklingar. Í báðum førum kunnu sjúklingarnir doyggja, um teir skulu brúka eyka orku, til dømis í sambandi við smittu ella aðra strongd. Verða tey sjúku ikki funnin og viðgjørd, so doyggja tey helst av sjúkuni longu sum smábørn, ella knappliga av hjartaslagi, tá tey eru vaksin. Hinvegin er sjúkan einføld at viðgera, so her er talan um mál, ið má verða tikið upp í heilsupolitiskum høpi.

 

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur við blaðið, at hann er illa við av, at so nógvir føroyingar eftir øllum at døma ganga runt við einari so vandamiklari sjúku, uttan at vita av tí, og hann tekur málið í størsta álvara. Landsstýrismaðurin ætlar sær alt fyri eitt at taka stig til at lýsa málið nærri, og hann fer tí at venda sær til Landslæknan og biðja hann gera eina heilsufakliga lýsing og tilráðing av málinum. Landsstýrismaðuirn fer so við støði í tilráðing landslæknans at taka eina politiska avgerð, um, hvat ið víðari skal henda.

 

Tað er sjálvsagt at fegnast um, at heilsumálaráðharrin tekur hetta mál upp alt fyri eitt, tí hetta er eitt mál, ið nemur við fólkaheilsuna. Málið er hartil sera áhugavert, tí tað er eitt dømi um, hvussu stóran týdning ein ábyrgdarfull og miðvís ílegugransking kann vera til alment gagn. Sum kunnugt hava vit fingið lóggávu um ílegugransking, ið heimiðlar stovnseting av føroyskum ílegubanka, hvørs upplýsingar kunnu gagna í slíkum málum sum hesum um sjúkuna CTD. Hinvegin veit almenningurin lítið og einki um støðuna sum heild innan gransking í føroyskum ílegum. Hvør granskar hvat? Hvør fíggjar granskingina? Hvørji eru úrslitini higartil og hvørji úrslit kunnu vit vænta okkum í framtíðini. Landsstýrsifólkini við gransking og heilsu áttu at kunnað almenningin um støðuna og um tær ætlanir, ið eru fyri framman.