Hinvegin so er triðjingurin av ræðisrættinum á loftvegis farleiðunum til og úr Føroyum lýstur til sølu í útlandinum. Tað er nevnliga so, at tá ið ein fyritøka er farin á eina børs, so er hon lýst til sølu.
Atlantsflog er skrásett bæði á børsinum í Reykjavík og Keypmannahavn, og har kann so 1/3 av fyritøkuni keypast.
Føroyskur ræðisrættur á samferðslukervinum til onnur lond er altavgerandi og neyðugur.
Vit, sum upplivdu tíðina, tá aðrir enn føroyingar høvdu ræðisrætt á loftvegis flutninginum til og úr Føroyum, ynskja ikki ta tíðina aftur.
Politiskt bleiv arbeitt í eini 14 ár fyri at fáa og útinna hendan rætt, áðrenn tað so loksins eydnaðist at stovna Atlantsflog í 1988.
Felagið var amboðið, ið skuldi nýtast.
Tað var ein dýrur umgangur at stovna felagið, men afturlítandi, so var tað ein góð íløga bæði so og so.
Ávísir byrjunartrupuleikar vóru, men seinastu nógvu árini hevur felagið ment seg til nakað, sum eingin hevði droymt um.
Privatisering og børs – tey nýggju gandaorðini
Sokallað privat virksemi er óføra gott til nógv ting, men tá ið umræður at hava neyðugar og ikki minst pálítiligar strukturar í einum samfelag, so má tað almenna inn í myndina.
Fyrrverandi vinnumálaráðharrin Bjarni Djurholm hevði tann holdning, at alt skuldi privatiserast, so virkaðu tingini betur enn tey gjørdu áðrenn.
Sjónarmiðið er, ikki minst í dag, har almennir kassar lofta bæði í eyst og vest, gjørt púrasta til skammar.
Harafturat so er tað eingin, ið sigur, at ein privatisering automatiskt skal enda við einari børsskráseting – altso einari sølulýsing úti í heimi.
Landsstýrismaðurin vildi sleppa at privatisera meginpartin av Atlantsflog, men til alla guds lukku so fingu skilafólk í løgtinginum avmarkað skaðan.
Hvat er nú rættast at gera?
Tað fyrsta sum eigur at verða gjørt, er at taka avgerð um, at tað verður ikki meira privatiserað av felagnum.
Harafturat so eigur møguleikin fyri at “avnotera” felagið á børsinum at verða kannaður.
Fyri tað, so kunnu privatir partaeigarir eiga partabrøv og fáa nevndarlim og vinningsbýti.
At lýst meginpartin, ja, kanska øll partabrøvini í felagnum til sølu í útlandinum og harvið selt føroyskan ræðisrætt á loftvegis samferðslukervinum til útlendingar, vildi verið ein vanvirðing av teimum politikarum, ið undan fóru og ein níðingsgerð ímóti komandi ættarliðum.
Eitt gott og trygt samferðslukervi er ein av høvuðstreytunum fyri, at tað ber til at liva og virka í og út frá hesum landinum.
Vit eiga ikki at gloyma, at vit liva ikki mitt í verðini, men mitt í Atlantshavinum!