Eingin kreppustrategi

Uddagrein:

Eftir løgtingsviðgerðina í gjár av almenna lánstørvinum og eftir tí, sum embætismenn siga um fíggjarligu støðuna, kann eingin longur vera í iva um, at støðan er sera álvarsom. Tað gongur fram av tí, sum embætismen og politikkarar siga um støðuna, at umframt altjóða kreppuna, er vánaligi fiskiskapurin ein meginorsøkin til búskaparligu afturgongdina. Hetta kann eisini lesast av frágreiðing Landsbankans um búskaparligu støðuna, har víst verður á trupulleikarnar í høvuðsvinnuni. Sambært hesa lýsing Landbankans er tað bert alivinnan, sum gongur væl, meðan afturgongd ella steðgur eru í botnfiskavinnum og uppisjóvarvinnum.

 

Talan er sostatt um døpur útlit. Tað gevur seg av sær sjálvum, at við vaksandi arbeiðsloysi og minkandi búskaparligum virksemi, so minka almennu inntøkurnar. Ein fylgjan av hesum er, at fíggjarlógin gav hall í fjør, at hallið verður størri í ár og helst metstórt næsta fíggjarár, soleiðis at samlaða almenna hallið hesi trý fylgjandi fíggjarár verður um hálva aðru milliard krónur. Soleiðis er støðan, um ikki munagóð tiltøk verða sett í verk til tess at venda skeivu gongdini. Tað tykist sum avvarandi politikkarar eru samdir um hesar metingar. Hinvegin tykist ikki vera semja um neyðugu tiltøkini. Hvørji ráð eru so til at taka? Sambært landsbankastjóra og fíggjarmálaráðharra eru bert tveir kostir í at velja og hvørgin er mjúkur: antin má minkast um almennu útreiðslurnar ella má veksast um almennu inntøkurnar. Hetta merkir sum kunnugt, at stórir niðurskurðir mugu gerast á fíggjarlógini fyri 2010, ella merkir hetta, at skattir og avgjøld mugu hækkast. Tað gevast sjálvsagt aðrir útvegir, men hugflog og dirvi tykjast tróta at finna slíkar. Hesir taka eisini drúgva tíð og kosta íløgur.

 

Tað er eingin ynskistøða, sum landsstýrissamgongan er stødd í. Hetta gongur týðuliga fram av tí støðu og tí hugburði, sum samgongufólk hava til fíggjarpolitisku og búskaparpolitisku valkostirnar. Tað hevur verið torført at avlesa samgonguna. Men nú tykist klárna nakað. Fíggjarmálaráðharrin var meira klármæltur í gjár enn vanligt við tað, at hann gjørdi púra greitt, at tað verður neyðugt at fremja nøkur politisk tiltøk til tess at minka um avleiðingarnar av altjóða fíggjarkreppuni og kreppuni í fiskivinnuni. Hann hevur áður nevnt ymisk øki eitt nú innan fiskivinnuna og almannaøkið, men einki ítøkiligt er enn komið í ljósmála. Men enn eru nógvir ósvaraðir spurningar eitt nú blokkurin, undirstøðukervið, skattapolitikkurin, einskiljingarnar, ES málið o.m.a. Spurningurin er bert, nær nakað hendir. Her er enn eingin ítøkilig kreppustrategi at hóma. Tað er spell, tí samfelagið tolir ikki at bíða eftir neyðugu politisku avgerðunum, og hetta atgerðarloysið skapar óvissu og gevur eina mynd av ráðaloysi og óvirkni.