at sovna, tí tað er so deiligt. Hetta hava øll uppiborið Liggi og hugsi um mammu. At hetta átti hon at upplivað. At blíva ordiliga forkelað. Hava allar mammur ikki tað? Ella øll fólk fyri tað? Jú, hetta [...] at vera tvey inni í senn. - Her koma alt fleiri pør, sum vilja hava eina hugnaliga løtu saman. So byrja tey inni í spa’inum, har tey kunnu vera saman. Og so fáa tey viðgerðir aftaná. Tað er ordiliga romantiskt [...] blómuanga, forklárar hon um húðina, og hví tað er so umráðandi at fyrireika hana væl til várið og summarið. - Veturin er ikki góður fyri húðina. Vit eru nógv inni og ballað okkum í heit klæðum. Inniluftin
og tað hava teir framvegis. Trupulleikin seinnu árini hevur verið, at teir hava havt ov fáar spælarar. Teir kundu ivaleyst ynskt sær størri úrval í ár, men tað er ikki so illa statt, sum tað var á Sv [...] at lyfta seg upp um niðurflytingar strikuna, so er tað okkurt, ið bendir á, at toftamenn ætla sær eitt øðrvísi fótbóltsár. Fyrsta styrkisroyndin var, tá vágbingar vitjaðu sunnudagin. B68 vann 3-0. Avrikið [...] sjálvsagdar á einum hvørjum liði, men sum tað hevur verið ilt at fingið eygað á hjá B68 seinastu árini, tykjast vera komnar upp á pláss. Sammett við í fjør, so var meiri enn helmingurin av spælarunum, ið
leygardagin. Tað var við neyð og deyð, at EB/Streymur hálaði sigurin í land. EB/Streymur legði hart út, og fyrri hálvleikur var ikki meira enn hálvrunnin, tá EB/Streymur hevði lagt seg framum 2-0. Tað var toppskjúttin [...] beint innanfyri brotsteigarmarkið, og dómarin var ivaleysur. Brotsspark til LÍF og tað setti Kaj Eli Olsen í netið. Leirvíkingar sótu á restini av dystinum, men tað eydnaðist ikki at fáa útjavnandi málið. [...] EB/Streymur megnaði at standa ímóti ógvusliga trýstinum frá LÍF, men tað var um reppið, at útiliðið javnaði. Óla Kristian Djurhuus mátti ta einu ferðina út í fulla longd, og leirvíkingar megnaðu ikki at
einum beinleiðis frísparki, men bólturin fór beint við síðuna LÍF- málinum. Og tá hálvur tími var farin, var tað Hans Jacob sum royndi seg fyri sumbingar. Eitt fríspark kom innfyri, og hann kom at standa [...] at javna, men Kristian í Vági brendi inni í 5-metrinum, eftir at Petur Sjúrðarberg var farin ígjøgnum í høgru síðu. Aftaná hetta minkaði trýsti frá heimaliðnum, og tað vóru sumbingar væl nøgdir við. Teir [...] Aftur var tað uppspæl í vinstru síðu, og við aftastu stong kom Bárður Heinason at standa fríur, men onkursvegna fekk hann skoti bóltin uppum málið. Sostatt fingu sumbingar øll 3 stigini, sjálvt um tað onkuntíð
eisini gávu frá haganum. Tað var hagastýrið, sum skipaði fyri, og tað var Niels Nattestad, sum handaði tænastumedaljuna fyri trúgva og drúgva røkt í haganum. Poul Samuelsen var óvanliga ungur, tá hann tók [...] Hamaranum. Tað ganga altíð nakrir menn heilt uppi undir, tí seyður kann fara niðan í smogur í hamrinum. Hann vísir á, at henda eina dagin, tá ungi maðurin, sum nú skal røkta fyri hann í Byrginum, var eini 10-12 [...] bað hann standa púra stillan. - Tað gjørdi hann eisini. Steinarnir flugu um okkum. Eg rætti hondina út og fekk ein stein niður á høgru hond, har fingurin brast upp inni í hondini. Men, vit vóru sera hepnir
mánaðirnir, sum eru eftir av kappingini. - Nú var tað soleiðis, at Henrik Gerster bert var ein fyribilsloysn, tí hann eisini er venjari hjá mansliðinum. Tí var tað neyðugt hjá VÍF at finna eina varandi loysn [...] VÍF-kvinnurnar frá 2009-2012, har besta úrslitið var eitt annað pláss í steypakappingini í 2010. Umframt hetta er Kári Mortensen eisini uppvaksin í Vestmanna, og var ein av undangongumonnunum í stórheitstíðini [...] er tó ikki heilt tað sama liðið, sum tey vandu í 2012, tá hjúnini góvust í Vestmanna. - Liðið er nógv betur. Tá høvdu vit ikki profilar sum Duritu Christophersen og Duritu Ljósstein. Tað verður ótrúliga
000 fólk gíslar í einum leikhúsi í Moskva. Kravið hjá gíslarænarunum var sum væntað, at russiski herurin skal taka seg úr kekenia, og tað skal hann gera innan eina viku, krevja gíslarænararnir. Verður kravið [...] felagsskapin Læknar Uttan Landamark. Eitt annað krav var, at teir vildu sleppa at tosa við russisku tíðindakvinnuna Onnu Politovskaja, sum eftir øllum at døma er tað einasta russiska blaðfólkið, sum hevur arbeitt [...] útlendingar Stutt eftir gíslatøkuna sluppu nakrir gíslar út. Talan var um nøkur eldri fólk og børn og nakrar kvinnur, sum eru við barn. Tað ljóðaði eisini, at gíslarænararnir høvdu latið allar muslimar sleppa
málið hjá víkingunum alt sum tað var. - Ringast var nokk í Gøtu. Tað var ein risa brølari frá mínari síðu, tá Víkingur skorar. Eftir dystin kendi eg ordiliga á mær, at tað var mín skyld at vit taptu, sigur [...] ið hjá sandoyinginum. - Tað hevur gingið væl í seinastuni og onkur hevur nevnt landsliðið fyri mær, men eg havi ikki hugsa um tað. Hinvegin, um tað ikki verður nú, nær skal tað so verða, spyr Símun Rógvi [...] veg oman í Pizza 67 til arbeiðis, tá eg hoyrdi at eg var úttikin til landsliðið, sigur Símun Rógvi og fer at flenna, tá tað gongur upp fyri honum, at tað nokk ikki er líkt einum landsliðsspælara at renna
Gunnar so mikið, at tað fór at bera til at innheinta hann aftur í seinna enda. -Tað vísti seg eisini, at bara Jóhan og eg lógu, umframt Gunnar, framman fyri restina av feltinum, og tað gjørdi eisini, at [...] ongin hóttan var frá øðrum, so eg bíðaði bara til tað fór at bera til at taka Gunnar aftur. -Eg royndi so nakrar ferðir at taka Gunnar, men ikki fyrr enn eg hevði roynt nakrar ferðir, eydnaðist tað, og so roynde [...] komu vit eitt sindur inn á Boga, og eg haldi, at um kappingin var einar 10 minuttir longri, so hevði verið møguleiki at tikið Boga aftur. -Tað, at eg misti skógvarnar av báðum pedalunum móti endanum, gjørdi
dystinum var annars ikki tann stóri munurin á liðunum báðum. Tjaldur fylgdi væl við, og tær vóru eisini á odda okkurt skifti í hálvleikinum. Tað tóktist tó alla tíðina eyðsæð, at tað tó bert var ein spurningur [...] og orsøkin til hetta var eisini eyðsýnd. Leikferðin, sum allan fyrra hálvleik hevði verið í lægra lagi, varð sett nakað upp, og so megnaði Tjaldur ikki at fylgja við. Longri tað leið út á dystin, størri [...] størri gjørdist munurin, og tað var týðiligt, at munurin í venjingarstøðu hjá liðunum var stórur. Í einum tveimum førum slapp Kyndil at skjóta fimm-seks mál á rað, og móti endanum tóktust tær hugsa meira