Tá hamarin leyp oman í rættina

Í samrøðuni greiðir Poul Samuelsen, sum hevur verið røktingarmaður í eina hálva øld, frá forvitnisligum hendingum.

##med2##

 

Leygardagin hin 29. januar varð skipað fyri hátíðarhaldi í Avhaldshúsinum í Vík, har røktingarmaðurin, Poul Samuelsen, fekk handað tænastumedalju frá Margrethu drotning.

 

Poul hevur verið røktingarmaður í Byrginum, tey rópa, í eina hálva øld. Umframt tænastumedaljuna, fekk hann eisini gávu frá haganum. 

 

Tað var hagastýrið, sum skipaði fyri, og tað var Niels Nattestad, sum handaði tænastumedaljuna fyri trúgva og drúgva røkt í haganum.

 

Poul Samuelsen var óvanliga ungur, tá hann tók við sum røktingarmaður.

 

Tríggir røktingarmenn vóru í Byrginum, tá hann byrjaði, men síðan 1979 hevur bara verið ein røktingarmaður. Soleiðis hevur Poul Samuelsen einsamallur røktað hagan fram til 2020.

 

Í tíðindunum á FM1 í dag skifti Árni Gregersen orð við Poul Samuelsen, har hann greiddi frá nøkrum forvitnisligum hendingum hesi árini, hann hevur røktað í Byrginum.

 

- Eg havi tímað hetta so væl, og tá fellir tað so lætt. 

 

Poul Samuelsen greiddi frá umhvørvinum oman fyri bygdina í Vík, har stórir hamrar eru, og ein av hendingunum, snúði seg um ein dag, teir vóru á fjalli. 

 

- Hetta er stórur hagi, og vit reka í tveimum. Vit reka ta syðru gonguna heim undir Hamaranum. Tað ganga altíð nakrir menn heilt uppi undir, tí seyður kann fara niðan í smogur í hamrinum.

 

Hann vísir á, at henda eina dagin, tá ungi maðurin, sum nú skal røkta fyri hann í Byrginum, var eini 10-12 ára gamal, og teir vóru á veg heim við syðru gonguni, byrjaði at leypa úr hamrinum.

 

- Drongurin gekk einar tveir metrar framman fyri meg, tá eg hoyrdi  skrambul av gróti omanfyri. Ein ær við einum lambi gekk omanfyri. Hon hevur helst skumpað nakrar steinar á rull.

 

Poul Samuelsen greiðir í samrøðuni við Árna Gregersen frá, at hann rópti hart á dreingin og bað hann standa púra stillan.

 

- Tað gjørdi hann eisini. Steinarnir flugu um okkum. Eg rætti hondina út og fekk ein stein niður á høgru hond, har fingurin brast upp inni í hondini. Men, vit vóru sera hepnir.

 

Í samrøðuni greiðir hann eisini frá einari serligari hending, tá hann seinast gav fjallboð til eitt heystfjall. Hann hevði givið fjallboð um kvøldið.

 

- Men, sama kvøld, sum fjallboðini vóru givin, leyp í hamrinum oman fyri rættina og omaní rættina. Her vóru stórir klettar, sum vigaðu uppí fleiri tons. Eg veit ikki, um hetta var ein ávaring til mín um at gevast.

 

Hoyrið samrøðuna, sum Árni Gregersen í dag hevði við Poul Samuelsen við at trýsta á pílin undir myndini.