Lítil ferð og lítið skipað spæl var í fyrra hálvleiki millum LÍF og Sumba leygardagin. Serliga vóru teir á heimaliðnum tamir, og vístu als ikki tað ágrýtni sum teir fyrr hava víst á heimavølli í ár.
Sumbingar sum helst høvdu ætlað at halda LÍF vekk frá stórum málmøguleikum í byrjanini á dystinum fyri síðani at leggja dent á mótálop, sóðu beinanvegin sín møguleika at verða við í dystinum. Leirvíkingar megnaðu í fyrra hálvleiki als ikki at leggja trýst á Sumba, sum ein annars hevði væntað.
Sumba betri
Longu tá 10 minuttir vóru farnir kom fyrsta og einasta málið í dystinum. Sumba fekk fríspark úti í vinstru síðu, René Thomsen legði væl innfyri, har Eirikur Joensen var hægstur og setti høvdið á so bólturin fór í mál.
Eftir hetta vóru tað sumbingar sum sótu á dystinum og komu fram til teir møguleikar sum vóru. Fimm minuttir eftir málið, royndi Trygvi Nielsen seg við einum beinleiðis frísparki, men bólturin fór beint við síðuna LÍF- málinum.
Og tá hálvur tími var farin, var tað Hans Jacob sum royndi seg fyri sumbingar. Eitt fríspark kom innfyri, og hann kom at standa púra leysur men skallaði við síðuna av.
Meir hendi ikki í fyrra hálvleiki, har sumbingar vóru betri og høvdu uppiborið hálvleiksleiðsluna.
Myndin broyttist
Í seinna hálvleiki broyttist myndin. Nógv meiri ferð var á spælinum og nú vóru tað leirvíkingar sum trýstu. Eisini sást at sumbingar løgdu seg aftur at verja leiðsluna. Hetta viðførdi sjálvandi, at nógv spæl gekk fyri seg á hálvuni hjá Sumba.
Tá 10 minuttir vóru farnir burdi LÍF havt javnað, tá innlegg kom flatt innfyri úr vinstru síðu, men sjálvt um Sigfríður stóð leysur við aftastu stong, megnaði hann ikki at fáa bóltin inn.
Løtu seinni høvdu leirvíkingar ein møguleika aftrat at javna, men Kristian í Vági brendi inni í 5-metrinum, eftir at Petur Sjúrðarberg var farin ígjøgnum í høgru síðu.
Aftaná hetta minkaði trýsti frá heimaliðnum, og tað vóru sumbingar væl nøgdir við. Teir royndu í sínum at fáa ferðina niður. Meginparturin av spælinum gekk fyri seg á miðjum vølli, og ongar veruligar royndir vóru á nakað av málunum.
Tá so 3 minuttir vóru eftir at spæla fekk LÍF enn einaferð ein gyltan møguleika at javna. Aftur var tað uppspæl í vinstru síðu, og við aftastu stong kom Bárður Heinason at standa fríur, men onkursvegna fekk hann skoti bóltin uppum málið.
Sostatt fingu sumbingar øll 3 stigini, sjálvt um tað onkuntíð leikaði hart á í seinna hálvleiki. Liðini áttu hvør sín hálvleik, men sumbingar dugdu tað sum lorvíkingar ikki dugdu, nevniliga at skora uppá ein av sínum møguleikum.
Dysturin í tølum:
LÍF-Sumba 0-1(0-1)
0-1: Eirikur Joensen










