Hoyrdi boðini í bilinum

Símun Rógvi fekk landsliðsboðini á veg til arbeiðis

Símun Rógvi Hansen er úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð. Hann visti sjálvur av ongum, tá hann tendaraði fyri Rás2 í bilinum á veg til arbeiðis.

 

-       Eg koyrdi beint uttanfyri City, á veg oman í Pizza 67 til arbeiðis, tá eg hoyrdi at eg var úttikin til landsliðið, sigur Símun Rógvi og fer at flenna, tá tað gongur upp fyri honum, at tað nokk ikki er líkt einum landsliðsspælara at renna millum City Burger og Pizza 67 mánadag fyrrapart.

 

Málverjin hevur sín uppruna í B71 og stendur í dag í mál hjá AB.

 

-       Faktist, so visti eg ikki av, at tað var landsliðsúttøka í dag. Eg havi einki hoyrt frá nøkrum og visti av ongum, tá eg hoyrdi tað í bilinum, sigur Símun Rógvi.

 

-       Eg hugsaði bara við mær sjálvum; “Hvat í ?”, sigur Símun Rógvi og flennir.

 

Símun Rógvi hevur havt eitt misjavnt kappingarár í ár. Síðani 12. umfar hevur gongdin verið framúr hjá AB. Ein av grundsteinunum undir góðu úrslitunum hjá felagnum hevur verið tryggað málmansspælið hjá sandoyinginum.

 

-       Tað hevur gingið væl í seinastuni og onkur hevur nevnt landsliðið fyri mær, men eg havi ikki hugsa um tað. Hinvegin, um tað ikki verður nú, nær skal tað so verða, spyr Símun Rógvi.

 

Botnaði í Gøtu

Argjamenn høvdu bara tvey stig eftir 11 umfør. Ein av orsøkunum til ringu gongdina vóru onkrar av málmansvillum hjá Símun Rógva. Ringast stóð til eftir 1-0 tapið fyri Víkingi í Gøtu, tá málverjin átti málið hjá víkingunum alt sum tað var.

 

-       Ringast var nokk í Gøtu. Tað var ein risa brølari frá mínari síðu, tá Víkingur skorar. Eftir dystin kendi eg ordiliga á mær, at tað var mín skyld at vit taptu, sigur Símun Rógvi um niðurtúrin.

 

Hinvegin, so toppaði málverjin, tá AB í 16. umfari vann 3-2 á Argjum móti B36. AB er aftanfyri og stríðir seg inn aftur í dystin og vinnur 3-2.

 

-       Tá kundi B36 havt avgjørt dystin, men eg hevði nakrar góðar bjargingar frá millum einum frísparki hjá Súna Olsen. Tá kendi eg á mær, at eg hevði gjørt mun við at halda okkum inni í dystinum, sigur málverjin víðari.

 

Hevur tað gott á Argjum

AB hevur í dag fingið tvey tey fyrstu landsliðsboðini í søguni, hvørtfall í nýggjari tíð. Orsøkin til góðu gongdina skal finnast í góðu blandingini av ungum og royndum spælarum í hópinum hjá AB.

 

-       Tað er stuttligt at spæla á Argjum í løtuni. Vit hava eitt lið við røttu blandingini. Nakrar ungar spælarar og so nakrar royndar spælarar sum Kára Nielsen, Sorin Anghel og Dmitrije Jankovic, sigur Símun Rógvi.

 

-       Vit hava eisini ein góðan venjara í Bagga, sum hvat hann vil, sigur Símun Rógvi at enda.

 

Føroyska landsliðið skal spæla móti Kasakstan og Eysturríki ávíkavist 11. og 15 oktobur.