Nýggja venjaraparið hjá VÍF ætlar at koyra stafettina víðari við somu ferð sum undanfarnu venjararnir
Kári Mortensen hevur ikki meira enn lagt hornið á, tá ið in.fo fær fatur á honum. Hann hevur júst fingið eina uppringing úr Vestmanna, og umbønin er greið: eitt venjarastarv er tøkt, og tey í Vestmanna vilja hava Kára og Svannu at taka sær av uppgávuni. Venjarahjúnini eru ikki í iva, tá avgerðin skal takast – tey taka enn eitt tørn í Vestmanna. Fyribils bert í teir tveir mánaðirnir, sum eru eftir av kappingini.
- Nú var tað soleiðis, at Henrik Gerster bert var ein fyribilsloysn, tí hann eisini er venjari hjá mansliðinum. Tí var tað neyðugt hjá VÍF at finna eina varandi loysn til restina av kappingini. Vit kundu ikki ordiliga siga nei, tí vit hava vant hesar genturnar í trý ár, sigur Kári Mortensen.
Kári Mortensen og Svanna Hanusardóttir vandu nevniliga VÍF-kvinnurnar frá 2009-2012, har besta úrslitið var eitt annað pláss í steypakappingini í 2010. Umframt hetta er Kári Mortensen eisini uppvaksin í Vestmanna, og var ein av undangongumonnunum í stórheitstíðini hjá VÍF í 1970-80´unum.
- Ja, eg má siga, at hjartað bankar fyri Vestmanna, sigur Kári.
Men tað er ikki heilt lætt at gerast venjari hjá einum toppliði, tá ið kappingin nærum er liðug, heldur hann.
Koyra stafettina víðari
- Okkara uppgáva er at koyra stafettina víðari, kanska seta ferðina eitt sindur upp, sigur Kári Mortensen. Hann sipar til, at tey bæði ikki ætla sær at koma við stórvegis broytingum, tí bæði Jan Ottosen og Henrik Gerster hava syrgt fyri, at VÍF liggur til eitt finalupláss í løtuni. Tey ætla tó í øllum førum arbeiða móti, at VÍF-kvinnurnar eru í so góðum formi sum gjørligt restina av kappingini.
- Vit hava ikki tosað við liðið enn, so tí ynski eg ikki at siga ov nógv. Men málið er at fullføra málsetningin hjá liðinum, og hann er mær vitandi at koma í FM finaluna, sigur Kári Mortensen grínandi. Liðið, sum Kári Mortensen og Svanna Hanusardóttir skulu venja er tó ikki heilt tað sama liðið, sum tey vandu í 2012, tá hjúnini góvust í Vestmanna.
- Liðið er nógv betur. Tá høvdu vit ikki profilar sum Duritu Christophersen og Duritu Ljósstein. Tað verður ótrúliga spennandi, letur í Kára Mortensen. Hjálparvenjararnir hjá VÍF eru júst komnir inn um dyrnar inni hjá Kára Mortensen og Svannu Hanusardóttir. Nú byrjar fyrireikingin mótvegis einum endaspæli, ið als ikki er avgjørt enn.